Friðarligt mótmæli á Skansanum

2016-08-13 13:58 Author image
Dimma

Skipað varð fyri mótmælisgongu móti útbyggingini av havnini í Havn fyrrapartin. Eini 150 fólk hittust á Skansanum at vísa sína ónøgd við, at útbygging verður framd við Eystarubryggju, skamt frá Skansanum.

Livandi tónleikur var á skránni, røða varð hildin, og síðan varð skipað fyri sokallaðari samrøðustovu, har fólk sluppu at siga sína meining.

Sóleyð Danielsen sigur, at tey eru fullvæl greið um, at øll eru ikki á einum máli um, hvussu og hvar byggjast skal út, men ein samrøðustova skuldi lýsa, hvat fundarfólkið helt um støðuna.

Eftir samkomuna á Skansanum gekk leiðin niðan á Vaglið.

Eini stórthundrað fólk mundu vera møtt á Skansanum...

... har røða var hildin, og tónleikur spældur ...

... og onkur politikari var ein túr á Skansanum

placeholder

Meira langlesnaður