Fótbóltssambandið setur mennarar til føroyskan fótbólt

2016-08-10 09:54 Author image
Dimma

- Føroyskur fótbóltur tekur í næstum eitt týðandi og søguligt fet fram á leið, tá ið Fótbóltssambandið setur fýra fótbóltsmennarar í fulltíðarstarv.

Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya í lýsing, har lýst verður eftir fýra persónum, sum skulu menna førleikarnar hjá ungum leikarum í feløgunum kring landið.

Feløgini verða býtt millum mennararnar, og við støði í avbjóðingunum hjá hvørjum felag sær, skulu mennararnir hjálpa til at menna og vegleiða venjarar, eitt nú við at leggja dent á ávísar venjingar, og skipa menningina í síni heild.

Umframt at virka í feløgunum, so koma mennararnir at røkja nakrar uppgávur sum U-landsliðsvenjarar.

- Á henda hátt ger starvið ta grundleggjandi fótbóltsmenningina hjá leikarunum til eina samanhangandi heild, sigur Fótbóltssambandið.

Føroyskur fótbóltur hevur ment seg nógv tey seinnu árini. Fótbóltssambandið hevur ta áskoðan, at skal føroyskur fótbóltur mennast enn meira og støðið hækkast munandi, so mugu førleikarnir hjá okkara ungu leikarunum mennast á ungum árum.

Krøvini til komandi fótbóltssmennararnar er, at teir hava hóskandi venjaraútbúgving, men eisini aðra viðkomandi útbúgving. Teir skulu hava royndir við ungdómsarbeiði og hava góð samstarsevni, og skulu teir duga at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum.

Lýsingin eftir mennara sæst her

placeholder

Meira langlesnaður