Televarpið: Avtala í Danmark kann víðka um úrvalið heima

2017-04-03 18:07 Author image
Sigmund Vang

Televarpið virkar í dag sum tænastuveitari hjá donsku fyritøkuni Kabelplus. Fyri stuttum vunnu hesi í felag eitt útboð um at veita sjónvarps-, internet- og telefontænastu til áleið 9.500 húsarhald í Ishøj Kommunu.

Tað upplýsir marknaðardeildin hjá Føroya Tele. Televarpið er dóttirfelag hjá Føroya Tele.

Útboðið varð vunnið í kapping við stórar veitarar á danska marknaðinum – so sum YouSee og Stofa. Televarpið er undirveitari til sjónvarpspartin, verður skrivað.

- Hetta kann við tíðini verða við til at víðka um úrvalið av rásum og tænastum hjá Televarpinum, og samstundis gevur hetta okkum eisini fleiri møguleikar til at arbeiða víðari við menningini av appini, sum Televarpið kom út við í desember 2016, sigur Edvard í Skorini Joensen.

  

 

placeholder

Meira langlesnaður