Fullur skipari rendi føroyskt skrásett skip á land

Tað eru bara 90 sentimetrar djúpt har skipið rendi seg fast (Mynd: Kustbevakningen)

Fullur skipari rendi føroyskt skrásett skip á land

2017-09-24 22:36 Author image
Georg L. Petersen

Klokkan tvey leygarnáttina fór eitt farmaskip á land nakað sunnanfyri Oskarshamn í Svøríki – báðir yvirmeninir vóru fullir sambært svenskum myndugleikum. Merkið veittraði á skipinum, sum er skrásett í Føroyum.

Tað er svenska Aftonbladet og Vimmerby Tidning, sum skriva um føroyskt skrásetta skipið. Skiparin og stýrimaðurin eru russar, og vóru báðir ávirkaðir av rúsdrekka, tá løgreglan fór umborð á skipið klokkan 6.40, og fann teir báðar menninar á brúnni, har teir millum annað royndu at bakka skipið av aftur. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí skipið situr fast í trimum støðum.

Dýpdin er bara 90 sentimetrar, har skipið hevur rent seg fast, og skal sambært svensku bløðunum hava í minsta lagi fimm metrar. So tað er farið á land við rættiliga stórari ferð.

Manningin umborð er annars av Filipsoyggjum. 44.000 litrar av diesel eru í tangunum.

Lesið meira her og her

Kustbevakningen

 

placeholder

Meira langlesnaður