Fullveldisyvirlýsingin í Katalonia: A bridge over troubled waters

Mynd: EPA/Alberto Estevez

Fullveldisyvirlýsingin í Katalonia: A bridge over troubled waters

2017-11-02 08:57 Author image
Bjørn Kunoy

KRONIKK: Hin 10. oktober 2017 var fullveldisyvirlýsing gjørd í lóggevandi kamarinum í spanska landslutinum, Katalonia. Hendan yvirlýsing var tó beinanvegin sett úr gildi, til tess at veita rúm og møguleika fyri samráðingum við stjórnina í Madrid. Eins og kunnugt bar hetta ikki á mál, hetta tí at stjórnarmyndugleikarnir í Madrid ikki mettu tað vera grundarlag fyri nøkrum samráðingum við Katalonia um henda spurning. Borið varð fram, at spanska grundlógin ikki loyvir sjálvstýrandi landslutum at loysa frá Madrid.

Ístaðin varð eggjað til, at myndugleikarnir í Katalonia útskrivaðu nýval, sum, varð sagt, hevði forðað fyri, at stjórnarmyndugleikarnir settu úr gildi sjálvstýrið í Katalonia. Úrslitið kenna vit flest øll. Loysingar-meirilutin, við Carlos Puigdemont á odda, í Katalonia lat seg í fyrstu syftu ikki lúta. Fríggjadagin 27. oktober, meðan senatið í Madrid umrøddu spurningin, hvussu og í hvønn mun sjálvstýrið í Katalonia skuldi setast úr gildi, lýsti útinnandi valdið í Barcelona ístaðin Katalonia fullveldisríki at verða.

Løtu seinni avgjørdi spanska senatið at taka heimildirnar frá fólkavaldu økismyndugleikunum í Katalonia umframt at lýsa nýval til lóggevandi kamarið í Katalonia at verða hin 21. desember 2017. Hvat merkir hetta í roynd og veru, og hvørjar altjóðarættarligar avleiðingar fara at standast av hesi nýggju støðu í Katalonia? 


At gerast fullveldi

Klassisku kriteriini til tess at gerast fullveldi eru, at talan skal vera um ein ávísan landslut, har tað býr eitt fólk, eins og at myndugleikarnir hava veruligt vald í galdandi økinum, t.e. ein sokallaðan effektivitet. Harafturat, og av eins stórum týdningi, er neyðugt, at fólkið sum býr í landslutinum vil gerast sjávstøðugt og í hesum føri, at ein fullveldisyvirlýsing verður framd. Aloftast verður slíkur vilji fólkanna framdur við fólkaatkvøðu, men tað eru undantøk, eitt nú var Kekkoslovakia sundurlutað einans við eini parlamentariskari samtykt, uttan at fólkið varð spurt. Eisini var Kosovo fullveldisyvirlýsingin einans framd við samtykt í lóggevandi kamarinum.

Frá eini ástøðiligari hugsjón er ikki neyðugt, at ein fullveldisyvirlýsing verður viðurkend av altjóða samfelagnum til tess at verða og virka sum eitt fullveldi. Tað sum hevur avgerandi týdning, er effektiviteturin, t.e. hava galdandi myndugleikarnir ræði í økinum. Tó, tað er ein sannroynd, at tað er sera torført at virka sum fullveldi, um síðstnevnda ikki fær viðurkenning frá altjóða samfelagnum.

Suður-Ossetia og Abkhazia eru í so máta tvey hóskandi dømi. Talan er um landslutir, ið hava lýst seg at verða fullveldisríki, og sum í hesi tráan hava slitið seg frá Georgia. Í stóran mun hava hesi londini yvirræði á øllum landslutinum, men í báðum førum eru hesi einsíðis lýstu fullveldisríkini einans viðurkend av Russlandi og eini fýra-fimm øðrum londum. Sostatt ber treyðugt til hjá hesum londum at virka í millumtjóða viðurskiftum, burtursæð við tey lond, ið hava viðurkent hesar yvirlýsingarnar. Eystara landsluturin í Somalia, t.e. Somalialand, er eisini eitt dømi um júst hetta. Myndugleikarnir í hesum landslutinum hava at kalla yvirræði á øllum økinum, og hava havt tað í eini 30 ár, men er ikki viðurkent av triðjalondum.


Sjálvsavgerðarrættur fólkanna

Samsvarandi altjóða lóg hava ávís fólk ítøkiliga heimild at loysa frá avvarðandi ríkismyndugleikum. Við øðrum orðum vil altjóða lóg ikki loyva grundlógarásetingum at forða slíkum fólki at loysa og at seta á stovn fullveldi, væl at merkja um galdandi fólkið, t.e. fólkið sum býr í landslutinum, ið ætlar at loysa, vil tað. Spurningurin er tó, hvussu eitt fólk skal allýsast. Hetta er avgerandi fyri, hvørji lond kunnu leita sær altjóða stuðul til at loysa, um avvarðandi ríkismyndugleikar seta seg ímóti hesum. Sambært altjóða lóg er talan um tvey sløg av fólki, ið eru viðurkend eina altjóðarættarliga heimild at loysa.

Í fyrstu atløgu er talan um landslut, sum eru skrásettur undir serligum ásetingum í stovnandi sáttmála Sameindu Tjóða. Í hesum føri er talan um ein úttømandi lista av fólkum, ið eru viðurkend at verða heimilaði sjálvsavgerðarrætt, t.e. at (1) avgera at verða verandi partur av miðstjórnini, (2) gera eina serliga assosiatiónsavtalu við miðstjórnini, ella (3) loysa. Katalonia telist ikki millum tey fólk, og ella landslut, ið eru viðurkend at fella undir omanfyrinevndu skipan.

Í aðru atløgu kunnu fólk, sum hava ávís søgulig sereyðkenni, og sum verða hildin niðri, oftani við hervaldi, verða mett at verða heimilaði sjálvsavgerðarrætt. Tó er hesin bólkur av fólkum í størri mun evni at størri politiskari metan, enn omanfyrinevndi bólkur, ið fellur undir serligar ST-ásetingar. Harafturat kann ein møguligur sjálvsavgerðarrættur hjá slíkum fólkum svinna, um t.d. politisku og borgararættindi hjá fólkinum fáa uppreisn. Í hesum sambandi kann vísast til fullveldisfólkaatkvøðuna í heyst í kurdistanska partinum í Irak.

Áður hevur verið hildið, at kurdar í Irak høvdu kunnað verið fevndir av einum altjóðarættarligum viðurkendum sjálvsavgerðarrætti, hetta orsakað av kúganini, ið fyrrverandi stýrið í Bagdad stóð á odda fyri. Tó, síðani at Saddam Hussein varð tikin av ræði, hevur henda kúganin ikki verið eins umfatandi og áður, heldur tvørturímóti. Tað er grundað á omanfyrinevnda, at mett verður, at fólkaatkvøðan í sjálvstýrandi økinum Kurdistan ikki hevur eina altjóðarættarliga heimild. Til samanberingar kann sigast, at nýtslan av valdi í Katalonia av stjórnarmyndugleikunum í Madrid í sambandi við fólkaatkvøðuna hin 1. oktober neyvan kann fella í henda geira, og er tað sera illani hugsandi, at tað nakrantíð hevði komið hartil.

Í báðum førum er talan um ein fólksins vilja aleina hjá landslutinum, ið útinnir ein sjálvsavgerðarrætt. Í so máta er tað ikki løgið, at ein fólkaatkvøða um loysing einans varð hildin í Katalonia, og ikki í øllum Spania, eins og framt varð í Skotlandi í 2014. Nevnast skal eisini, at tað eru sterkar siðvenjur ið stuðla ta fatanina, at tað ikki ávirkar rættarstøðuna ella úrslitið av fólkaatkvøðuni, um ein bróðurpartur av fólkinum av einhvørjum prinsipiellum orsøkum sýtir fyri at taka lut í fólkaatkvøðuni. Hetta var eitt nú støðan í sambandi við fullveldisfólkaatkvøðuna í Bosnia-Herzegovina, har serbiski parturin av fólkinum sýtti fyri at taka lut í fólkaatkvøðuni, eftirsum at hesin parturin vildi verða verandi í Serbia. At ein lutfalsliga stórur partur av fólkinum í Katalonia, unionistar, av prinsipiellum orsøkum ikki tóku lut í fólkaatkvøðuni hin 1. oktober 2017, kann á sama hátt ikki metast at skaka úrslitið, væl at merkja um úrslitið av fólkaatkvøðuni heimilar ein ávísan legitimitet til framtíðar stjórnarrættarkósina hjá Katalonia. Síðstnevnda er, eins og greitt verður frá niðanfyri, sera ivasamt.

Sostatt kann sigast, at Katalonia ikki hevur nakra altjóðarættarliga heimild at loysa frá Spania. Við øðrum orðum kann fólkarættarliga reglan um sjálvsavgerðarrætt fólkanna ikki nýtast sum rættaramboð til at lýsa Katalonia at verða fullveldisríki.


Grundlógarásettur sjálvsavgerðarrættur

Summi lond hava grundlógartryggjaði rættindi, ið loyva einum ávísum parti av landinum at loysa og seta á stovn egið fullveldi, um tann parturin av fólkinum ynskir hetta. Dømi um hetta eru St Kitts & Nevis, Ethiopia, eins og onnur dømi eru. Tað er eingin loyna, at í stóran mun er talan um undantøk til meira vanligu grundlógarregluna, at fullveldi eru óbýtilig. Í síðstnevnda dømi kann vísast til eitt nú Frakland og Spania. Tó í fleiri førum hava grundlógir ongar ásetingar um júst hetta týdningarmikla mál. Kanada er í so máta eitt áhugavert dømi.

Serliga er tað nógv umrøddi ráðgevandi úrskurðurin hjá hægsta rætti í Kanada frá 1998, ið er áhugaverdur í mun til støðuna í Katalonia, hetta serliga frá einum samanberandi grundarlagi. Hesin úrskurður umrøddi rættin hjá Quebec til at loysa frá miðstjórnini og seta á stovn fullveldisríki. Hægsti rætturin í Kanada var bersøgin í mun til niðurstøðu sína, at hvørki altjóða lóg ella grundlógin í Kanada heimilar Quebec at loysa frá miðstjórnini og seta á stovn fullveldisríki. Sostatt hevði útfallið av eini møguligari fólkaatkvøðu í Quebec um loysing sum útgangsstøði ikki kunnað havt nakran rættarvirkna, væl at merkja um grundlógin varð tulkað á ein at kalla stirvnan hátt. Hinvegin, varð lagt afturat, at grundað á transversala fólkaræðisliga grundstøðið í kanadisku rættarskipanini varð mett, at fólkið í Quebec hevði rætt til at skipa seg sum fullveldisríki, uttan mun til at grundlógin ikki bókstaviliga loyvdi hesum. Talan er sostatt um eina íborna fólkaræðisliga meginreglu, ið er sjálv súlan í kanadisku rættarskipanini, ið heimilar og viðurkennir sjálvsavgerðarrættin hjá Quebec.

Sambært hægsta rætti í Kanada hevði ein skylda ligið á miðstjórnina í Ottawa um at samráðast við landslutastjórnina í Quebec um m.a. hvussu ein loysing skal fremjast, væl at merkja um ein eintýddur meiriluti í Quebec tók undir við at loysa frá Kanada. Hugtakið ”legitimitetur” gongur aftur í hægstarættar úrskurðinum, t.e. at tað er fólkaræðisliga súlan ið er grundstøði í kanadisku rættarskipanini, og sostatt vil ein meiriluti á fullveldisfólkaatkvøðu luta ein ”legitimitet” til fólkið í Quebec, sjálvt um bókstavilig heimild ikki er at finna í grundlógini.

Stórabretland er eitt annað dømi. Tað var í samráð við stjórnina í London, at fólkaatkvøða um loysing frá Stórabretlandi varð hildin í Skotlandi. Eins og kunnugt var meiriluti ikki fyri at lýsa Skotland fullveldi at verða. Tó var tað í samráð við stjórnina í London, at fólkaatkvøðan varð hildin, eins og semja varð um, at úrslitið fór at heimila legitimitet til stjórnina í Edinburgh til at avgera stjórnarrættarligu lagnu sína.

Støðan í Spania er ein heilt onnur. Omanfyrinevndu grundlógarmeginreglur tykist ikki hava fótafesti í sponsku grundlógini. Hetta kom týðuliga til sjóndar í sambandi við, hvussu sponsk løgreglulið royndu at forða fólkaatkvøðuna í Katalonia hin 1. oktober. Heldur var tað soleiðis, at ein fólkaatkvøða í Katalonia hevði kunnað verið hóttan móti miðstjórnini, tí at eitt fleirtal fyri loysing hevði skapað ein legitimitet at loysa. Tískil varð fólkaatkvøðan lýst ólóglig. Í froyinum av hesum er nú eisini komið fram, at ríkisákærin í Spania hevur reist ákæru móti nú frákoyrda forsetanum í landslutinum Katalonia, Carles Puigdemont, og ovasta leiðslu hansara fyri uppreistur og fyri at eggja til ófrið. Hesir skulu vísa seg til ein fyrsta rættarfund hósdagin 2. november. Um teir verða funnir sekir, kunnu teir verða dømdir fongsulsrevsingar upp til 15-20 ár.

Omanfyrinevnda er serstakliga hugvekjandi, um givið verður ans til aðrar vesturlendskar rættarskipanir, har ein slík fólkaatkvøða verður mett at heimila ein ávísan legitimitet samsvarandi úrsliti tess.

Tað er ikki sørt, at tað er ein feril ørkymlandi, at ein atgerð, sum ikki er ólóglig í altjóðarættarskipanini, eiheldur í fleiri tjóðarrættarskipanum sum okkara partur av heiminum samanber seg við, kann í einum vestur-evropeiskum landi hava við sær slíkar rættaravleiðingar fyri borgarar. Hinvegin, í tann mun at hesir verða funnir sekir í álvarsomu ákærunum, ið verða reistar móti teimum, kann slíkur dómur kærast til evropeiska mannarættindadómstólin.

Umveldiseindin

Ein grundleggjandi regla í millumtjóða viðurskiftum er sokallaða ”territorial integrity” meginreglan. Hetta merkir m.a. at í altjóða virki sínum skulu lond ikki útinna vald sítt á slíkan hátt, at hetta beinleiðis undandømir, ella hevur til endamáls at undandøma, umveldiseindina hjá einum øðrum landi. Tað hevði sostatt verið nærlagt at hildið, at altjóða lóg ikki loyvir triðjalondum at viðurkenna eina einsíðis fullveldislýsing, t.e. ein fullveldisyvirlýsing, sum ein miðstjórn ikki tekur undir við. Tó, altjóðarættarliga støðan er ein heilt onnur. Í ráðgevandi úrskurði sínum í 2010 í mun til heimild at lýsa Kosovo eitt fullveldi, staðfesti altjóða dómstólurin í Haag júst hetta. Sambært dómstólinum eru einsíðis fullveldisyvirlýsingar ikki í stríð við altjóða lóg.

Altjóðarættarliga samfelagið tykist, grundað á omanfyrinevndu útsøgn hjá altjóða dómstólinum í Haag, at verða á einum máli um at altjóða lóg ikki forðar triðja londum, de jure ella de facto, at viðurkenna fullveldisyvirlýsingar, enntá tá ið miðstjórnir siga, at slíkar yvirlýsingar eru í stríð við grundlógir tess. Tó er greitt, at omanfyrinevnda støða hjá altjóða dómstólinum í Haag ikki skal skiljast soleiðis, at slíkar viðurkenningar eru heimilaðar, um støðið undan galdandi fullveldisyvirlýsing brýtur treytaleysar altjóðarættarmeginreglur, t.d. forboð móti rasuskilnað.  Tað er við støði í síðstnevnda, at tað verður hildið brot á altjóða lóg at viðurkenna fullveldisyvirlýsingina hjá Norðurkypros.

Grundað á omanfyrinevnda er greitt, at tað er ikki brot á altjóðarættar umveldiseindar meginregluna um eitt triðja land viðurkennir eina fullveldisyvirlýsing hjá landsluti, ið roynir at loysa frá galdandi miðstjórn. Tað tykist full semja um omanfyrinevnda, og er henda støða eins og áðurnevnt í stóran mun rótgrógvin í omanfyrinevnda ráðgevandi úrskurðinum hjá altjóða dómstólinum í Haag í sambandi við hvørt ein fullveldisyvirlýsing hjá Kosovo var sambærlig við altjóða lóg.

Við øðrum orðum er fullveldisyvirlýsingin hjá Katalonia hin 1. oktober ikki neyðturviliga ósambærlig við altjóða lóg. Sostatt er tað ikki brot á altjóða lóg hjá einum triðjalandi at viðurkenna slíka yvirlýsing, væl at merkja um talan er um eina faktuella støðu, har tað eru myndugleikarnir í Katalonia, ið hava fullan effektivitet yvir allar institutiónirnar í Katalonia. Støðan er tó ein heilt onnur.

Tað eru ikki katalansku myndugleikarnir, ið hava ræði í landsluti teirra. Leiðslan er sum áður nevnt koyrd til hús, og er Katalonia lagt undir beinleiðis spanska umsiting. Undir hesum umstøðum hevði tað ikki verið altjóðarættarliga heimilað at viðurkenna fullveldisyvirlýsingina hjá Katalonia. Omanfyrinevnda ger tað vist, at tað satt at siga er óhugsandi, at nakað triðjaland fer at viðurkenna fullveldisyvirlýsingina hjá Katalonia, hetta tí at fortreytirnar ikki eru til staðar, eftirsum at miðstjórnin í Madrid eyðsæð hevur prógvað, at effektiviteturin enn verður stýrdur av myndugleikunum í Madrid, uttan mun til sjálva fullveldisyvirlýsingina.


Framlítandi hugleiðingar

Eins og greitt er frá omanfyri, er tilverurætturin í sambandi við eina einsíðis fullveldisyvirlýsing frá einum ástøðiligum sjónarmiði ikki tengdur at altjóða viðurkenning frá triðjalondum. Tað er jú effektiviteturin, ið avger henda spurning. Tó er tað ein sannroynd, at uttan viðurkenning er sera torført at virka sum fullveldisríki. Tískil er viðurkenning ein somikið týdningarmikil spurningur.

Tað er týdningarmikið at hava í huga, at omanfyrinevnda er serstakliga ætlað støðum, har ein fullveldisyvirlýsing ikki er sambærlig við galdandi grundlóg. Sostatt er støðan ein heilt onnur enn í omanfyrinevnda dømunum í ávikavist bretsku og kanadisku rættarskipanum. Harafturat er greitt, at sjálvt um ein einsíðis fullveldisyvirlýsing er í stríð við galdandi tjóðarrættarskipan, kann slík yvirlýsing, um hendan hevur ein effektivitet við sær, legaliserast í altjóðarættarskipanini, og harvið neyðturviliga takast til eftirtektar í tjóðarrættarskipanini. Dømi um Kosovo er áhugavert í so máta, eftirsum at Serbia framvegis ikki hevur viðurkent, og allarhelst ongantíð fer at viðurkenna, Kosovo sum fullveldisríki.

Áleikandi støðan í Katalonia kann tó undir ongum umstøðum metast at fella í omanfyrinevnda støðu. Ovasta leiðslan er koyrd til hús av Madrid, og týdningarmiklir partar av fyrrnevndu eru nú hálvavegna flýggjað til Brússel undan spanska statsapparatinum. Og harafturat er nýval í Katalonia útskrivað av myndugleikunum í Madrid at verða 21. desember í ár. Frákoyrdi forsetin í Katalonia, Carlos Puigdemont, viðurkennir hetta nýval, sum hann sigur, at flokkur sín fer at taka lut í. Harvið tykist eitthvørt ivamál um møguligan effektivitet í Katalonia kveistrað til viks, tí tað er Madrid, ið hevur víst seg at hava yvirræði í Katalonia.

Spanska stjórnin má sigast ikki at hava verið at stinga ella høgga í. Sum ES-limaland er tað eisini vart fyri einhvørjari álvarsamari ábreiðslu frá nærmastu grannum sínum. Hinvegin er ikki ómøguligt, at ávísar broytingar kunnu henda, í tann mun at loysingarflokkarnir vinna valið hin 21. desember, og at hesir halda fast í ætlanum sínum, nevniliga at stovna lýðveldið Katalonia. Inntil víðari tykist eingin vón um, at spanska stjórnin vil viðurkenna ein ávísan legitimitet hjá Katalonia, ella øðrum landsluti í Spania, at loysa frá Madrid, uttan mun til um ein fólkaatkvøða stuðlar undir hesum. Tó er tað ikki ómøguligt, at tað kunnu verða umstøður, ið tvinga sponsku stjórnina at viðgera henda spurning við øðrvísi brillum.

Gongdin fram til nývalið í Katalonia og spanska útinnanin av valdi í Katalonia næstu mánaðirnar kunnu hugsast at verða avgerandi fyri altjóðarættarligu lagnuna hjá Katalonia, t.e. hvørt hetta framvegis aleina gerst talan um eitt ”innanhýsis spanskt” mál, eins og ávísir ES-leiðarar hava viðurkent, ella hvørt hendan at síggja til spanska ósemjan kann altjóðagerast. Harðligari Madrid roynir at sløkka sjálvstýrismøguleikarnar hjá Katalonia, er ikki óhugsandi, at ávísur legitimitetur fyri katalanska spurninginum vinnur frama millum triðjalandsstjórnir.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður