Fundarvirksemið í AA húsunum ikki niðurlagt

2016-07-21 11:22 Author image
Alda Nielsdóttir

- Tað hevur alt at siga, at fundarvirksemið heldur fram.

Tað sigur Kári Olsen, limur í húsanevndini hjá AA-felagnum. Hann greiðir frá, at boðini um at húsini eru brend, eru so nýggj enn, men arbeitt verður við at finna eina loysn.

- Eg vóni at fáa fund við umsitingina í Tórshavnar kommunu í dag. Um tey ikki kunnu hjálpa okkum, so mugu vit finna eina aðra loysn, sigur Kári Olsen.

Kári Olsen greiðir frá, at felagið hevur nógvar fundir um vikuna, og tað hevur alt at siga fyri limirnar, at fundirnir halda fram. Tað er tó ikki AA-felagið, ið eigur húsini. Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur latið AA-felagnum húsini til láns, síðani kommunan keypti tey í 2003. Í reglugerðini hjá AA–felagnum stendur, at felagið ikki kann hava ognir.

- Um so er, at kommunan ikki hjálpir okkum, so finna vit eina fyribilsloysn. Tað ber til dømis til at leiga Losjuna fyribils, sigur Kári Olsen at enda.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður