Team Rynkeby: Fylgið súkklarunum beinleiðis á netinum

2016-07-05 10:30 Author image
Sigmund Vang

Í ár verður harafturat fyri fyrstu ferð møguleiki hjá teimum her heima at fylgja við, hvar føroyska súkkluliðið er statt í Evropa á ferðini. Sporingin verður stroymað beinleiðis á internetinum frá klokkan 8 til 17 teir dagarnar súkklað verður - frá leygardegnum 9. juli til leygardagin 16. juli. Við at brúka leinkið niðanfyri, sæst hvar liðið er statt júst tá. Beinleiðis stroymingin byrjar 9. juli klokkan 8:30. Tað er skipanin RedKnows, ið verður brúkt.


Skrá til undanumfarið í Føroyum hósdagin 7. juli.

Klaksvík klokkan 11, Helnabrekka

Fuglafjørður klokkan 12.45, Mentanarhúsið

Runavík, klokkan 14.10, við býráðshúsið

Streymnes klokkan 15.50, við Margáir

Havn klokkan 18, Reinsaríið


Fylg liðnum í Evropa HER (frá 9. juli)

 

placeholder

Meira langlesnaður