Fyrrverandi uttanríkisráðharri stuðlar størri sjálvræði

2016-05-21 12:15 Author image
Dimma

Onnur lond skilja ikki ríkisfelagsskapin, og tey skilja heldur ikki, at Danmark stuðlar Føroyum og Grønlandi at fáa størri sjálvræði.

Tað greiddi Martin Lidegaard, framsøgumaður í føroyamálum fyri Radikala Vinstra, frá undir aðalorðaskiftinum um ríkisfelagsskapin í fólkatinginum ígjár.

Sum uttanríkisráðharri í undanfarnu stjórn fekk hann ofta spurningin frá útlendskum starsvfeløgum, hvønn áhuga Danmark hevur í at stuðla Føroyum og Grønlandi í hesum ætlanum.

- Eg haldi, at ynski um størri sjálvræði er drívmegin í ríkisfelagsskapinum. Tess størri sjálvræði londini hava, minni er fíggjarligi stuðulin, men so eru londini eisini meira áhugaverdir samstarvsfelagar hjá Danmark, sigur Martin Lidegaard.

Hann heldur ikki, at tað er ein mótsetningur at geva Føroyum og Grønlandi størri sjálvræði, men kortini ynskja at tey blíva verandi í einum felagsskapi.

- Um ein ynskir eitt samstarv millum javnverdar partar, so er tað ein fyrimunur, um øll trý londini eru væl fyri, sigur Martin Lidegaard.

 

Mugu nútímansgera ríkisfelagsskapin

Martin Lidegaard heldur, at londini hava dugað ov illa at fingið nóg mikið burturúr ríkisfelagsskapinum. Hann nevndi ítøkilig dømir um, har eitt nú Danmark kundi hjálpt Grønlandi og Føroyum við betri handilssambondum og fígging av virksemi.

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin heldur eisini, at politikarar hava tora ov illa at viðgjørt ríkisfelagsskapin. Danskir politikarar hava tora ov illa at sagt, hvønn áhuga Danmark hevur í ríkisfelagsskapinum, og støðan er tann sama í Grønlandi og Føroyum, heldur hann.

Martin Lidegaard ásannar, at grundlógin setur nakrar avmarkingar fyri, hvussu víðar heimilidir Grønland og Føroyar kunnu fáa. Men hann heldur kortini, at eigur at hugsa øðrvísi innan fyri teir karmar, sum eru í grundlógini og kanna eftir, um ikki onkrir møguleikar eru at nútímansgera ríkisfelagsskapin.

 - Tað er fyritreytin fyri, at vit kunnu varðveita hann, sigur Martin Lidegaard.

Undir orðaskiftinum bleiv nakrar ferðir sagt, at ein møgleiki er at skipa ein felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Hesum ivast Martin Lideggard tó í.

 - Tað er kanska ein møguleiki einaferð í framtíðini. Men eg vænti ikki, at tað hendir, tí londini hava ein fyrimun av at samstarva. Tað er eitt nú á útbúgvingarøkinum og í sambandi við altjóða samráðingar, sigur Martin Lidegaard.

Meira langlesnaður