Fyrsta gongulagskapping fyri øll rossasløg

Fyrsta gongulagskapping fyri øll rossasløg

2017-11-20 10:49 Author image
Innsent

Fyrsta vetrarkappingin hjá reiðfólkunum var leygardagin í Reiðhøllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Talan var um helst fyrstu gongulagskapping í Føroyum, har øll rossasløg fingu loyvi at luttaka, upplýsir Føroya Ríðingarfelag

Eini 25 ross vóru við, og hetta vóru fyrireikararnir væl nøgdir við. Eisini var hugaligt at síggja ymisk rossasløg kappast, sjálvt um tað í summum førum kann vera ringt at døma.

Kappast var eftir Cup skipani, t.v.s. at tvey og tvey dystaðust í einstøku gonguløgunum har dómarinir so valdi tann við frægasta gongulagnum at koma víðari, til tað at enda bara var ein vinnari eftir.

Vinnnarir vóru hesir:

Fet: Elisabeth Niclasen og Litbrá

Trav: Kristfríð D. Jacobsen og Bonita

Tølt: Óluva á Lofti og Vígdis

Lop: Bertha Maria Nordendal og Krapi

Meira langlesnaður