Fyrsta kvinna blivin yvirfólk í amerikanska herflotanum

Mynd: epa.eu

Fyrsta kvinna blivin yvirfólk í amerikanska herflotanum

2017-09-26 13:40 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

USA hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga heryvirfólk fyri gongulið í amerikanska herflotanum. Tað upplýsir BBC.

Kvinnan stóð ta tiltikið hørðu royndina mánadagin í hesi vikuni, og fer skjótt at hava ábyrgd av einari eind av 40 herfólkum. 131 fólk tóku lut í royndini, ið vardi 13 vikur, og 88 fólk stóðu royndina.

Har eru umleið 1,4 herfólk í amerikanska herinum, og umleið 15% av teimum eru kvinnur. Tað gerst alsamt meiri vanligt at kvinnur fara upp í herin. Í mars í 2016 gav fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, kvinnum atgongd at røkja øll størv og embæti innan amerikanska herin. 

Tað hevur verið rikið nógv seinasta árið, fyri at at fáa fleiri kvinnur at royna seg í herinum, og teimum meira ábyrgdarfullu størvunum. Hetta er eftir, at fleiri kvinnur hava aftra seg, vegna gølur um kynsligan ágang og forfylging í herinum.

Nógv meta, at hetta er eitt tápuligt tekin upp á politiskt siðsemi. Onnur vísa á, at tað gevur góða meining at hava kvinnur í herinum, serliga tí at í nógvum londum i miðeystri, t.d. Aghanistan, eru lokalar kvinnur nógv meiri sintar at tosa og samstarva við kvinnur enn við menn.






placeholder

Meira langlesnaður