Elin H. Joensen er fyrsti kvinnuligi forsetin í ÍSF

2016-05-20 21:29 Author image
Dimma

Fyri løtu síðan varð staðfest, at Elin Heðinsdóttir Joensen er tann fyrsta kvinnan, sum er vald til forseta í Ítróttasambandi Føroya. Tað hendi á aðalfundinum í kvøld hjá ÍSF, sum so nógvur spenningur hevur verið um. Partur av fundinum hevur gingið fyri seg í bólkum.

Øll nevndin skuldi veljast av nýggjum. Fýra fólk skuldu veljast í nevndina afturat forsetanum. Tvey skuldu veljast í fýra ár og tvey í tvey ár.

ÍSF stóð í tveimum bólkum, har trettan sersambond stillaðu síni fýra umboð upp, meðan hini trý, Hondbóltssambandið, Flogbóltssambandið og Svimjisambandið, stillaði síni tvey umboð. Sostatt vóru seks uppskot til teir fýra sessirnar, og stóð ósemjan við, fingu tey trettan sersambondini allar sessirnar, og harvið var ÍSF helst syndrað.

Eftir at tosað hevur verið aftur og fram, trektu tey trettan sersambondini eitt uppskot aftur, sum var Heðin Joensen, og tað sama gjørdu hini trý sersambondini, nevniliga Gunnar Djurhuus. Sostatt er líkt til, at ÍSF fyribils hevur funnið eina semju. Í øllum førum ber nú til at gera eina roynd at finna saman aftur.

Í nevndini fyri ÍSF sita nú Schandorff Vang, Sigurð Rasmussen, John Kjær og Jón Hestoy. Og Elin H. Joensen er altso forsetin, sum saman við restini av nevndini skal royna at fáa ÍSF at draga somu línu í røttum ítróttaranda næstu árini.

Tað merkir so samstundis, at tað er dóttir tann forsetan, sum hevur sitið longst í ÍSF, nevniliga Heðin Mortensen, ið nú stillar seg á odda fyri ítróttina í Føroyum.

Forsetarnir í ÍSF hava higartil verið hesir:

1939-1946:   Poul E. Petersen

1946-1962:   Martin Holm

1962-1972:   Ólavur Lambaa

1972-1976:   Líggjas Joensen

1976-1978:   Erhard Næs

1978-1980:   Jógvan Arge

1980-2008:   Heðin Mortensen

2008-2010:   Sølvi Reinet Hansen

2010-2016:   Petur Elias Petersen

placeholder

Meira langlesnaður