Fyrstu familjuískoytini útgoldin

2016-05-12 11:26 Author image
Dimma

Í gjár fingu tær fyrstu 13 familjurnar sokallaða familjuískoytið.

Tað upplýsir Hallur Thomsen, depilsstjóri á Almannaverkinum, fyri dimma.fo.

Familjuískoytið er ein fíggjarligur stuðul, sum verður veittur familjum við børnum, har inntøkurnar eru lágar. Løgtingið játtaði beint stutt fyri ársskiftið 8,3 milliónir krónur til endamálið, sum er at minka barnafátækradømið í Føroyum.

Hallur Thomsen, depilsstjóri, fær ikki sagt enn, hvussu nógv fara at fáa pening úr skipanini, tí umsóknir koma áhaldandi inn hvønn mánað. Í apríl mánað upplýsti Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, at um 300 høvdu søkt um stuðul. Væntað varð annars, at eini 600 høvdu rætt til stuðul.

Familjuískoytið er sett soleiðis saman, at stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni, er familjuískoytið 22.000 krónur um árið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barnið afturat.

Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava eina árliga inntøku upp til 190.000 krónur um árið og lækkar stigvíst, so hvørt inntøkan hækkar. Ískoytið er skattafrítt.

Almannaverkið hevur verið lastað fyri, at tað hevur tikið so langa tíð at fyrireika skipanina, men Hallur Thomsen vísir aftur, at tað hevur verið drálað.

- Vit hava hildið ta tíðarætlan, sum vit settu. Vit hava millum annað verið noydd at seta eina telduskipan upp. Eitt nú er útrokningargrundarlagið inntøkurnar seinastu 12 mánaðirnar, og tí kunnu fortreytirnar hjá familjunum alla tíðina broytast, og tað má skipanin taka hædd fyri, sigur Hallur Thomsen.

Hvussu nógv fara at fáa útgjald úr skipanini, ber illa til at siga nú, men tað fæst yvirlit yvir seinni í ár. Sjálv lógin fekk gildi frá 1. januar 2016, og tey, sum hava søkt, fáa stuðul afturvirkandi frá tí, at tey søktu. Stuðulin verður útgoldin mánaðarliga.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður