Hendrik og Suni ársins fyrstuhjálparar

2017-03-29 09:22 Author image
Sigmund Vang

Hendrik Vilhelm Joensen úr Kollafirði og Suni Hermansen av Signabø eru ársins fyrstuhjálparar.

Teir fingu heiðurin fyri at hava megnað at givið lívbjargandi fyrstuhjálp, bæði kropsliga og sálarliga, í eini truplari støðu, tá 19 ára gamli starvsfelagi teirra small um.

Hendingin fór fram tíðliga um morgunin tann 27. apríl 2016 í Kaldbaksfirði, har tríggir starvsfelagir fingu sær kaffi  inni á landstøðini hjá alibrúkinum hjá Bakkafrost.  Knappliga small 19 ára gamli Fróði Emil Hansen um, og datt niður á gólvi.

Í støðuni kláraðu Hendrik og Suni at geva Fróða lívbjargandi fyrstuhjálp, ringja 1-1-2, syrgja fyri, at familjan hjá Fróða fekk at vita um tilburðin, og syrgja fyri, at teir sjálvir fingu sálarliga hjálp aftaná. Hetta vísir, at teir høvdu yvirskot til at hugsa um tann skadda, familjuna og seg sjálvar.

Framfaringarhátturin, hvussu teir báðir skipaðu fyrstuhjálpina vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava tikið eitt fyrstuhjálparskeið, hvussu farast skal fram í eini tílíkari truplari støðu.

Út frá hesum hava teir heiðurin uppibornan at verða útnevndir til “Ársins fyrstuhjálparar 2016”, sum Reyði Krossur skipar fyri á hvørjum ári.

Fýra fólk vóru tilnevnd fyri tríggjar ymiskar hendingar. Øll tey tilnevndu fáa eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi, blómur og ein gávuposa frá Betri Trygging, meðan “Ársins Fyrstihjálpari”, umframt heiðursbrævið, eisini fær eina peningagávu frá Betri Trygging.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður