G! áðrenn víkingaleik

2016-07-15 14:36 Author image
Jákup Højgaard

- Bólkurin hjá mær, Vertigo, skrivaði okkum upp sum uppskot at spæla á G!, men vit komu ikki í gjøgnum. Alíkavæl valdi eg at koma og royna G! sum festivalgestur á míni ferðaleið, sigur Vilmund Sindri Eliasson úr Íslandi, sum er á veg á fjakkingarferð gjøgnum Evropa.

- Fyrst fari eg til Århus, har eg luttaki í eini víkingastevnu, sum sjónleikari. Vit lata okkum í sum víkingar og endurgeva bardagar og søgur frá gamlari tíð. Tað er rættuliga nógv fólk, sum koma á hesar stevnurnar at hyggja og hugna sær. Hjá okkum eru bardaganir blivnir meira til eitt slag av ítrótti, har vit kappast ístaðin fyri at bara spæla sjónleik. 

Víkingastevnur eru kring Evropa og ein tann størsta er beint uttanfyri Århus, har Vilmundur fer at luttaka. Luttakarirnir lata seg í sum víkingar og royna eftir besta førleika at liva sum víkingar og vísa gestunum hvussu tey livdu.

- Eg havi verið áhugaður í víkingasøgu síðani eg var heilt lítil og endaði við at koma í ein víkingabólk í Hafnarfjörði, har eg eri frá. Tað eru fleiri, sum liva fulla tíð av at verða víkingar, men so langt eri eg ikki komin enn. Tey, sum liva av tí, selja prýði, skógvar og annað handarbeiði, tey hava gjørt, til vitjandi á hesum stevnunum. Men tað kundi verið stuttligt at gjørt hetta til meira enn bara eitt frítíðarítritv.

   

placeholder

Meira langlesnaður