G! - Besta tónleikaranavnið fær 20.000 krónur

2016-07-12 19:59 Author image
Jákup Højgaard

Talan er um eitt samstarv í millum G! Festivalin, Atlantic Airways og Iceland Airwaves, ið fara at velja hvat føroyskt tónleikaranavn skal spæla á Iceland Airwaves festivalinum í november. 

Endamálið við Væl á veg, er at veita nýggjum føroyskum tónleikarum, eina hjálpandi hond á veg út í heim. Føroyska tónleikanavnið, sum verður valt á ársins G!, fær eitt gávubræv áljóðandi 20.000 krónur frá Atlantic Airways til luttøkuna á Icleand Airwaves.

Tey trý føroysku tónleikanøvnini, sum eru innstillaði til gávubrævið, eru Lea Kampmann, Konni Kass og SAKARIS. Vinnarin verður valdur av Iceland Airwaves, ið verða tilstaðar á G! fyri at velja ársins nýggja tónleikara navn. 

Vinnarin verður avdúkaður á sandinum í Syðrugøtu seinnapartin leygardagin klokkan 16.45.

   

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður