G! er størri enn ólavsøka fyri okkum

2016-07-16 10:30 Author image
Jákup Højgaard

Í 2007 flutti gøtumaðurin Petur Páll Mikkelsen aftur til heimbygdina. Fyri hann er G! Festivalurin nærum størsta hæddarpunktið á árinum.

- Eg gleði meg til hesar dagarnar og til stemningin og at vera saman við fólki. Tað er ein stemningur, sum byrjar langt áðrenn. Fólk byrja at gleða seg longu um várið og tað er heilt sikkurt hæddarpunktið á árinum fyri bygdafólki. 

- So gleði eg meg eisini til at døtur mínar koma við eini rúgvu av vinfólki og húsið er fult av fólki alt vikuskifti. Tað er sjálvdan at eg hyggi at skránni, her er altíð so nógv fólk, at eg heldur siti og hugni mær her. So búgvi eg so tætt við at eg hoyri konsertinar kortini, men sjálvandi um Eivør spælir, so má man oman at lurta eftir henni. 

- Eg royni at fyrireika sum best ber til við at sláa græsplenuna so at tey nógvu tjøldini fáa staðið og so ruddi eg sum best so øll passa inn í míni lítlu hús. 

- Annars haldi eg, at G! fyrireikingin í bygdini er øgliga góð fyri samansjóðingina í bygdini. Tað eru so øgiliga nógv fólk, sum hjálpa til og fyrireika í døgunum uppundir og tað gevur ein góðan stemning, ikki bara í Gøtu men í allari kommuni. So av tí sama styrkir tað nógv um samanhaldið í kommuni. 

- Eitt G! eg minnist serliga væl var eitt árið at veðrið var so ræðuliga ringt at alt bleiv avlýst. Froðbiar Sóknar Blues Orkestur búði í havanum hjá mær og teir skuldu spæla, men veðrið var so ringt, at teir ongantíð komu á nakran pall at spæla. Einasta konsert teir spældu tað árið var unplugged í stovuni hjá mær. 

- Sjálvandi er tað øgiliga ergriligt tá veðrið ikki riggar, tí tað er sjálvandi stuttligari at ganga og njóta sólskinið, men tað má man bara taka við, tí vit búgva jú í Føroyum. Men tá sita allir gestinir bara inni og tað er ein heilt annar hugni. Tá man býr so tætt uppá sum eg geri, so fær man allar konsertinar við alíkavæl, so tað bilar ikki so nógv hóast alt.  

 

placeholder

Meira langlesnaður