G! hjá Oluffu Joensen

2016-07-16 18:28 Author image
Jákup Højgaard

- Á G! hava vit øll í húsinum eina rúgvu at gera. Bæði eg og dótturin hava øgiliga nógv at gera við G! arbeiði, og so hava vit eisini altíð eina rúgvu av gestum. Her koma ræðuliga nógv fólk, summi eru fastir gestir og onnur, sum koma inn á gólvið. So vit hava nokk at gera. 

- Tá G! er, tíma vit ikki at gera døgurða, tí hetta er einasta vikuskiftið, at til ber at keypa tað í staðin. Annars hava vit fasta matskrá hvørt ár - leygarkvøld plaga vit at borðreiða við góðum føroyskum viðskera og tað riggar altíð væl!

- Vit kunnu ikki vera á festival á sama hátt, sum tá vit til dømis fara á Country festival. Her fáa vit ikki hugnað okkum á sama hátt, men tað vita vit. Eg eri ordiliga troytt tá alt er liðugt, men tað er av G! arbeiði, ikki av gestum. Men eg haldi tað verða stak hugnaligt, annars hevði eg ikki tímað. 

- Eg og maðurin dáma væl at sigla og hetta er bara næsta vikuskifti, at vit ikki eru í bátinum. Vit hava einaferð ligið við bátinum og lurta eftir konsert men tað hava vit ikki tíð til nú. Óansæð hvør kemur á vitjan, so sigi eg altíð frá, um tað er okkurt, eg ætli mær at lurta eftir, tí tað nyttar ikki at eg siti inni alt vikuskiftið. Tað gjørdi eg í byrjanini og tá G! vikuskiftið var av, hevði eg bara verið heima. 

- Eg royni at verða til so nógvar konsertir sum eg kann, ella í hvussu so er eina løtu, og í kvøld ætli eg mær at hoyra Lucy Rose.

   

   

placeholder

Meira langlesnaður