Gabrielle Aplin á Gøtusandi

2016-07-13 09:59 Author image
Jákup Højgaard

Tónleikabólkurin Hudson Taylor, ið skal spæla á G! festivalinum fríggjadagin, hevur boða frá, at Gabrielle Aplin kemur við teimum. 

Gabrielle Aplin var sera vælumtókt á ársins Glastonbury festivali í juni og byrjar at gera nógv um seg úti í heiminum. Hon kemur við bólkinum Hudson Taylor, vegna forfall.

- Vit koma við einari broyttari manning á G! Festivalin. Harry var óheppin og breyt sær beinið í einum óhappi, sum hevur við sær at hann ikki fær flogið til Føroya. Vit hava tí tosað við tónleikavinirnar og teirra millum er tann suverena Gabrielle Aplin, sum kemur við okkum til eina heilt serliga framsørslu - bara á G! Festivalinum, skrivar Alfie úr Hudson Taylor til G! Festivalin. 

Hudson Taylor og Gabrielle Aplin spæla á sandinum í Syðrugøtu fríggjadagin klokkan 17.40

placeholder

Meira langlesnaður