Ódemokratiski framferðarháttur Mentamálaráðsins

2016-06-15 16:24 Author image
Dimma

Fyrst gevur Mentamálaráðið skúlastjóranum í Sankta Frans skúla munnkurv, tí tað “ikki hóskar seg” at hann blandar seg upp í málið um skúlabygnaðin í Tórshavnar kommunu. Ein gøla fyri fólkaræðið. Skúlastjórin hevur talufrælsi, og vit borgarar, hava rætt til at hoyra hansara argumentasjón.

Fáar dagar seinni, kemur fram í Degi og viku, at MMR, uttan at hava kunnað skúlaleiðslur og lærarar, hava broytt próvtalsmetingina fyri fráfaringarroyndir fólkaskúlans í støddfrøði í ár, soleiðis at tað, sum tú í fjørð fekst eitt 2 – og sjálvt eitt 4 tal -  fyri, nú er dumpikarakterur!

Tá ið næmingar fara til próvtøku í 8.flokki, er hetta ein fyrireiking til veruligu og galdandi próvtøkurnar í 9. flokki. Sostatt vil ein næmingur, ið í 8. flokki hevur fingið 4 í støddfrøði, vita, at hann liggur langt frá at dumpa! Hetta er fyrireikingin – og sannkenningin – hann hevur fingið í 8. flokki. Hann kann vænta sær eina roynd á nøkurlunda sama støðið í 9. flokki.

Tað, at MMR velur at broyta próvmetingarháttin, soleiðis at tað, sum tú kundi fáa eitt 4 tal fyri í fjørð, nú er dumpikarakterur, UTTAN at kunna skúlaleiðslurnar um hetta í góðari tíð áðrenn, er undir alt lágmark! Hetta er at vanvirða tey ungu, ið skulu brúka sítt prógv (og próvtal) til at søkja á miðnámsskúla við.

Vóru tað vaksin fólk, hetta gekk út yvir, varð tað ongantíð góðkent, tí tey vaksnu høvdu mótmælt hesum uppá tað kraftigasta. MMR taka ikki tey ungu í álvara, annars høvdu tey ongantíð framt eina tílíka broyting, uttan at kunna skúlarnar (og sjálvsagt næmingarnar) um hetta í góðari tíð áðrenn, soleiðis at roknilærarar, saman við teim ungu, kundu fyrireika seg uppá hesa broyting.

Ung, ið eru von at fáa 4 i støddfrøði, og ið ætla sær á miðnámsskúla, høvdu havt møguleikan at lagt eyka orku í støddfrøðina, eitt nú við at leita sær eyka hjálp o.s.fr. Nú risikera tey at dumpa og ikki at sleppa inn á miðnámsútbúgvingina, sum tey høvdu ætlað sær.

Avgerð Mentamálaráðsins er ódemokratisk, vanvirðilig – og tykist eisini forhastað.

Tey ungu, sum eru von at fáa toppkarakterir í støddfrøði, verða neyvan rakt – men tað er  grov, manglandi virðing fyri teimum, ið vanliga klára seg til eitt 2 – ella 4 tal, ikki at hava givið teimum møguleikan at standa!

Hví MMR ikki kann bíða við hesi broyting til næsta ár, soleiðis at tey ungu, sum nú ganga í 8. flokki, hava møguleikan, fyri saman við lærarum sínum at fyrireika seg til hetta, undrar meg stórliga. Hvør er grundgevingin fyri hesum??

Eg sakni, at skúlaleiðslurnar koma upp á banan og vísa sína ónøgd við hesa ódemokratisku avgerð!

  

  

placeholder

Meira langlesnaður