Galladøgurðin er størsta einstaka átak

2017-01-24 08:53 Author image
Sigmund Vang

Á hvørjum ári í februar skipar Team Rynkeby Føroyar fyri stórum galladøgurða á Hotel Føroyum. Tiltakið er tað einstaka tiltak, sum gevur flest pengar til innsavnanina hjá Team Rynkeby í Føroyum. Undanfarin ár eru omanfyri 200.000 krónur komnar inn frá galladøgurðanum.

Galladøgurðin í ár verður leygarkvøldið 11. februar.

Eins og undanfarin ár, er tiltakið skipað á tann hátt, at øll arbeiða sjálvboðið, eins og matur og drekka verður latið ókeypis, so at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni av atgongumerkjum, fer til hjálpararbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyar.

Umframt eina marglætismáltíð við fýra rættum og drekka afturvið, sum kokkarnir á matstovuni Gras á Hotel Føroyum standa fyri, verður eisini undirhald við fleiri kendum føroyingum. Tórshavnar Manskór, Signar í Homrum, Bollarnir, Jens Marni Hansen, Jóhanna Niclasen, Sjúrður Skaale sum Kári Cool og Tróndur Enni & Lív Næs fara at syngja og undirhalda í ár.

Innsavnaði peningurin hjá Team Rynkeby Føroyar er higartil farin til at hjálpa børnum við krabba og familjum teirra, men frá í ár verður gjørd tann broyting, at nú verður peningur eisini latin til børn við lívshættisligari lunga og hjartasjúku.

Atgongumerkir til galladøgurðan kunnu keypast inni á heimasíðuni hjá Hotel Føroyum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður