Galladøgurðin hjá Team Rynkeby verður 10. februar

Gallaveitslan farna vetur gav góðar 266.000 krónur. Mynd: Jónvør og Einar

Galladøgurðin hjá Team Rynkeby verður 10. februar

2017-12-21 10:27 Author image
Leif Láadal

Í strembanini eftir at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjum teirra, skipar Team Rynkeby Føroyar aftur í vetur fyri galladøgurða á Hotel Føroyum. Hesaferð verður tiltakið 10 ferbruar 2018.

Tiltakið er skipað við fýrarættað matskrá og dygdargóðum undirhaldi frá millum øðrum Eyðun og Terja, Victoriu á Lakjuni, Bollunum, Tórshavnar Manskóri, Pipar og Salt, Tróndur og Lív og Danny and the Veetos.

Øll sum luttaka og starvast fyri tiltakið gera hetta uttan samsýning. Tað hevur við sær, at allur peningurin, sum inn kemur, fer til børnini.

Atgongumerkjasølan er byrjað og kunnu keypast á heimasíðuni hjá Hotel Føroyum, upplýsir Team Rynkeby Føroyar.

placeholder

Meira langlesnaður