Gáloysni er partur av 3. hvørjari álvarsligu ferðsluvanlukku

Gáloysni er partur av 3. hvørjari álvarsligu ferðsluvanlukku

2018-01-02 09:02 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tær næstu vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd undir eitt átak, ið skal varpa ljós á gáloysni í ferðsluni. Útlenskar kanningar vísa, at gáloysni eigur skyldina í umleið 3. hvørjari álvarsliga ella deyðsvanlukku. Sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru tølini væntandi tað sama í Føroyum.

Gáloysni í ferðsluni er, tá bilførarin fæst við okkurt, ið ikki hevur við koyringina at gera. Tað kann vera at tosa í telefon, skriva sms, eta og drekka ella at t.d. leita eftir onkrum. Tá ein bilførari fæst við slíkt meðan hann koyrir, veksir vandin fyri vanlukkum munandi.

Átakið hjá RFF kallast "5 sekund = 111 metrar við 80 km/t". 111 metrar er nevniliga strekkið ein bilur leggur afturum seg uppá fimm sekund, um hann koyrir 80 kilometrar um tíman. Hetta skal varpa ljós á, júst hvussu skjótt tað kann ganga galið í ferðsluni.
Endamálið við átakinum er, at fáa føroyingar at hugsavna seg betur um koyringina, tá koyrt verður.

Sambært kanningum sum Gallup hevur gjørt fyri RFF eru føroyingar eisini greiðir um vandan av gáloysni í ferðsluni. Kanningarnar vísa, at 85 prosent av føroyingum halda, at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Kanningin vísir eisini, at størri parturin av føroyingum ikki nýtir handhildna telefon meðan koyrt verður.

Sambært kanningini siga 24 prosent av føroyingum seg tosa í telefon meðan tey koyra. Hetta talið er, sambært RFF, minkað munandi seinastu árini. 11 prosent siga seg skriva ella lesa sms meðan tey koyra. 

Síggj filmin til nýggja átakið hjá RFF her

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður