Gamla virkið skal brukast til vørumenning

Mynd: Bakkafrost

Gamla virkið skal brukast til vørumenning

2017-05-01 09:45 Author image
Dimma

Gamla virkið hjá BAkkafrost á kaiøkinum á Glyvrum varð ikki tikið niður, tá nýggja virkið varð bygt. Sum er, er einki virksemið í gamla virkinum, men farið er undir at umbyggja virkið, so tað í framtíðini skal fáast við menning av nýggjum vørum. Og ætlanin er, at føroyski marknaðurin skal brúkast sum royndarmarknaður fyri hesar vørur.

- Vit hava ætlanir um at menna enn fleiri viðgjørdar vørur til heimsmarknaðin, og tá er gott at hava ein royndarmarknað, sum vit kunnu brúka til hesar royndir, áðrenn endalig avgerð verður tikin, og ætlanin er, at føroyski marknaðurin skal brúkast sum royndarmarknaður, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Tá hugsað verður um støddina á føroyska marknaðinum í mun til framleiðsluna hjá Bakkafrost, er bert talan um ein viðfáning, men hetta skal ikki forða Bakkafrost í at gera vørur til heimamarknaðin, sigur Regin Jacobsen.

- Tað vildi ivaleyst verið lættari hjá okkum bara at satsa upp á stóru framleiðsluna til útlendsku marknaðirnar, men vit kenna tað sum eina skyldu eisini at framleiða til heimamarkaðin, sigur hann.


Brot úr grein í nýggjastu Dimmalætting

Meira langlesnaður