Garðurin hjá Nólsoyar Páll endurreistur

Mynd: Klaksvík.fo

Garðurin hjá Nólsoyar Páll endurreistur

2017-10-18 13:22 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Merkið blektraði fagurt á norðastu sperruni á nýendurreistu húsunum hjá Nólsoyar Páll, í Klaksvík í gjár.

Í gjár var nevniliga hildið reisigildið, tí seinasta sperran í arbeiðinum at endurreisa húsini hjá Nólsoyar Pálli, var sett upp.

Oddamaðurin í verkætlanini, Archibald Black, var til staðar, umframt aðrir menn ið eisini hava átt lut í arbeiðinum, Finn Kjølbro, Annfin Kallsberg og Líggjas í Bø.
Eisini vóru handverkararnir Sjúrður Sólstein, Erland Dahl til staðar og Albert Isfeldt, arkitektur, Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa og Jógvan Skorheim, borgarstjóri við í reisigildinum.

Næsta stig í verkætlanini verður at leggja tekju á, umframt at klæða og seta vindeygu í. 

Archibald Black og hinir stigtakararnir vóna, at verkætlanin er um at vera liðug á sumri 2018.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður