Ein nýggjur avbjóðari til amerikanska forsetavalið

2016-08-15 16:14 Author image
Dimma

Gary Johnson úr liberitanska flokkinum ætlar sær upp í part, tá ið amerikanarar skulu velja nýggjan forseta 8. november. Eygleiðarar halda, at hann skal takast í álvara

Tey, sum fylgja væl við í amerikanska forsetavalinum, skulu helst venja seg við navnið Gary Johnson. Gary Johnson frá “The libertarian party” kann nevniliga gerast ein avbjóðari, sum skal takast í fullum álvara sum eitt boð upp á ein amerikanskan forseta. Tað vísir seg nevniliga, at Gary Johsons klárar seg heilt væl í teimum meiningakanningum, sum higartil hava verið.

Sambært greiningarfyritøkuni Real Clear Politics stendur Gary Johnson sambært seinastu meiningakanningini til at fáa 8,3 prosent av atkvøðunum beint nú, skrivar Berlingske Tidende. Og kemur hann upp á 15 prosent einaferð í september, kann hann sleppa upp í part, tá ið hólmgongurnar verða í sjónvarpinum. Og so stendur valið ikki bara longur millum Clinton og Trump, sum hava fingið alt uppmerksemi higartil.

Sleppur Gary Johnson við í almenna kjakið síðstu vikurnar upp undir valið, so verður valið sera ringt at spáa um, tí Donald Trump og Hillary Clinton, sum umboða ávikavist republikanska og demokratiska flokkin, eru yvirhøvur sera illa umtókt millum veljararnar. Tó at tað ikki er sannlíkt, at Gary Johnson vinnur, so kann hann skapa rok og óvissu um valið, ið higartil hevur verið óvanliga skitið og øðrvísi.

The Libertarian Party hevur stillað upp til øll forsetaval síðan 1971, og hóast flokkurin hevur fingið fólk vald í býráð og statir, so hevur flokkurin klárað seg illa, tá ið forseti skal veljast. Flokkurin selur seg við einum boðskapi um stórt frælsi og lítla uppíblanding frá stjórnini. Ella sum slagorðið sigur: “Minimum government – maximum freedom”. Ein boðskapur, sum hóskar væl til amerikonsku fólkasálina.

Gary Johnson er kendur sum ein kropsliga væl vandur maður, sum klintrar í fjøllum, íðkar triatlon og roykir marihuana. Hetta síðsta verður hann neyvan valdur uppá, men tað hóskar hinvegin væl við hansara áskoðan, at fólk velja sjálv, hvussu tey liva sítt lív. Ella sum eitt annað slogan sigur: Live free!

Hann vinnur neyvan valið, men hinvegin kann Gary Johsons vera við til at seta dagsskránna, um hann sleppur upp í part, tá ið sjónvarpskjakini verða hildin framman fyri allari tjóðini. Um ikki hoyra vit neyvan so nógv til hansara.

 

placeholder

Meira langlesnaður