Gera politiskt fortreð

Gera politiskt fortreð

2017-05-30 10:09 Author image
Georg L. Petersen

Farna vika var ikki føroyskum politikki at frama, og var tað nakað, sum kundi geva okkum politiskt vaml, so var tað viðgerðin á Føroya Løgtingi um hjúnabandslógina og niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini og uppskotið um misálit á Aksel V. Johannesen, løgmann.

Hesar reglur snúgva seg ikki um hvørt tað var rætt at broyta hjúnabandslógina ella ikki – tann viðgerðin kann takast í øðrum samanhangi. Tað snýr seg um hvussu politikarar virða sítt arbeiði og tað Løgting, teir sita í.

Tað snúði seg í fyrsta umfari um eina klagu frá Miðflokkinum til Landsstýrismálanevndina, um Løgtingið hevði heimild at broyta eina áseting í hjúnabandslógini um signing, tí spurningurin var, um hetta var yvirtikið málsøki ella ei – við øðrum orðum, um heimildin lá á Fólkatingi ella á Løgtingi. Endaligu tilmælini frá flestu málaráðum í Danmark og Føroyum var, at Løgtingið kundi taka hesa avgerð. Tískil skuldi man trúð, at Landsstýrismálanevndin vísti virðing fyri hesum løgfrøðiligu tulkingum, sum vanligt er, men nei – nevndin býtti seg upp eftir, hvat meirilutin og minnilutin á tingi helt, og so var eldur í. Tað er væl skiljandi, at Miðflokkurin roynir at seinka viðgerðini politiskt av einum máli, teir so inniliga stríðast ímóti, men at meirilutin av Landsstýrismálanevndini letur seg ávirka av hesum, er beinleiðis óseriøst.

Síðan kom misálitið, sum var dømt at fella frammanundan. Hetta visti andstøðan væl, men brúkti høvið til at føra síni argument fram einaferð afturat, hóast teir vistu, at uppskotið fall. Hetta hava flokkarnir, sum í dag sita í samgongu, eisini roynt í síni tíð, men tað rættvísger á ongan hátt tílíkan framferðarhátt – at tað var at misbrúka tingið og var vanæriligt móti fólkaræðinum.

Viðgerðin av hjúnabandslógini, sum kom aftaná, var eisini eitt sirkus, har øll kendu úrslitið og argumentini fyri og ímóti. Har kom einki nýtt fram, og tað einasta andstøðan fekk burturúr, var at spæla ein forheraður skúlanæmingur, sum elskar at gera fortreð. Óseriøst. Tá eiga okkara politikarar at brúka sína orku at loysa og kjakast um mál, sum føra frameftir og har vón er fyri konstruktivum orðaskifti, sum tingsins røðarapallur er ætlaður at verða brúktur til.

placeholder

Meira langlesnaður