Gestur Hovgaard institutleiðari í Grønlandi

2017-02-23 09:13 Author image
Sigmund Vang

Gestur Hovgaard er settur í starv sum leiðari á deildunum fyri samfelag, búskap og journalistikk á Ilisimatusarfik - lærda háskúlanum í Nuuk í Grønlandi. 
Tað skrivar gransking.fo.
Gestur er í dag lektari í samfelagsvísindum og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og næstformaður i Granskingarnevndini. Hann tekur við fullum starvi í heyst, men fer longu í vár at taka nakrar uppgávur á seg. Gestur fer í farloyvi frá starvinum á Fróðskaparsetrinum, men heldur eftir ætlan fram í Granskingarnevndini, til skeiðið er runnið.

 

 

 

Meira langlesnaður