Gevið filminum góðar hølisumstøður

2016-08-30 23:00 Author image
Dimma

Dugnaligu, skapandi filmsfólkini, sum hugagóð hava hildið til í neyðarsligum hølum, sum Tórshavnar kommuna í fleiri ár hevur latið Klippfisk at húsast í, hava nú fingið durafjórðingin frá kommununi.

Tað er óskiljandi, at hesi fólk, sum hava latið so nógv spennandi filmstilfar úr hondum, nú standa uttan tak út yvir høvdið. Eg havi skotið upp, at filmsfólkini fáa gamla bygningin hjá Skyn í Tórsgøtu at búleikast í, men borgarstjórin á Vaglinum og forkvinnan í mentamálanevndini øna ikki aftur. Um tey ætla sær at brúka gamla Skyn-bygningin til annað endamál, so haldi eg, at tey eiga at siga tað hart, tí støðan er í løtuni tann, at filmsfólkini einki tilhaldsstað hava, meðan góð høli hjá kommununi standa tóm.

Klippfisk stendur í boði at flyta úr býnum inn í Eysturoynna, og eg haldi, at tað er stór skomm, um høvuðsstaðurin ikki megnar at útvega felagnum nýggj høli. Filmsvinnan er júst dømi um mentanarligt virksemi, ið høvuðsstaðurin sjálvsagt eigur at stuðla, og sum passar væl inn mentarumhvørvið í Tórsgøtu. Filmsvinnan er skapandi og góður møguleiki hjá ungum fólkum at royna seg á einum spennandi mentanarøki í okkara livandi høvuðsstaði, sum áhaldandi eigur at hava trivnað og fjølbroytt virksemi sum sítt fremsta mál.

Eg vænti mær eitt svar frá borgarstjóranum á Vaglinum, hvørt hann skjótast gjørligt ætlar at útvega Klippfisk nýggj høli ella ikki.


Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður