Guðrun og Guðrun hjálpir sýriskum flóttum

2016-07-20 11:02 Author image
Jákup Højgaard

Guðrun og Guðrun hava síðani 2008 koyrt eina kvinnu-verkætlan í Jordan. Verkætlanin snýr seg um, at jordanskar kvinnur sjálvar fáa vunnið sær pening við at binda fyri fyritøkuna. Nú eru fleiri sýriskar flóttakvinnur komnar uppí toymið, skrivar International Business Times.  

Verkætlanin, sum eisini er í Peru, er ætlað kvinnum í londum, har samfelagið krevur tær at verða heima við hús. 

Við at binda fáa tær ein møguleika at vinna sær pening, uttan at órógva og hótta vanligu samfelagsmyndina í landinum. 

Síðani kríggj og ófrið í Sýria eru túsindtals flýdd yvir um markið til Jordan, fleiri enn 650.000 flóttafólk sambært tølum frá ST. Av hesum eru umleið 36 prosent kvinnuligir uppihaldarar. Hesar kvinnur hava ringt við at klára seg fíggjarliga vegna sosiala stimatisering. 

Fleiri av hesum kvinnum hava nú leitað sær til bindi-verkætlanina hjá Guðrun og Guðrun í Jordan, sum á tann hátt eru við í at hjálpa og mennna livikorini hjá sýrisku flóttakvinnunum. 

placeholder

Meira langlesnaður