Gilli fær eina lítla millión um árið

2016-08-18 14:09 Author image
Dimma

Gilli Rólantsson Sørensen kemur inn í eina lønarskipanina hjá Brann, har hægsta grundlønin er beint undir eina millión norskar krónur um árið.

Tað upplýsti dagligi leiðarin í Brann, Vibeke Johannesen, tá ið føroyski landsliðsleikarin varð sýndur fram sum nýggjur Brann-leikari á teirra heimavølli. Tað skrivar Bergens Tidende.

Gilli Rólantsson Sørensen er keyptur leysur úr sáttmálanum frá Aab, og tað er ríkmaðurin Trond Mohn, ið leingi hevur verið stuðul hjá Bergenfelagnum.

Gilli kann spæla longu komandi vikuskiftið, tá ið Brann skal spæla móti stórfelagnum Rosenborg.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður