Ginn við skerpikjøti og illamansblomstri

2016-07-01 11:53 Author image
Elisa Vang

Á laboratoriinum hjá Leif Sørensen liggja tjúkkar journalir við yvirlitum yvir snapsir, hann hevur bryggjað av føroyskum urtum og etanoli. Snapsirnir skulu nýtast til at finna fram til tað heilt unikka føroyska ginnið, sum hann tey seinastu tvey árini hevur leitað eftir.

- Ginn er fantastiskt. Ginn nýtist ikki at vera ein fullamansdrykkur, men hinvegin kann ein fáa øgiliga nógv spennandi framm í ginn. Tað er ikki so fínt sum okkurt annað brennivín, men ginn kann njótast uppá sín egna máta.

Brobber, børkumura, bók, hvonn, illamansblomstur, rósinbløð, meistaraurt, hyben, smæra, grann, gamalt grann, mynta, bótarurt og kervil eru nakrar av urtunum, ið hann hevur gjørt royndir við. Harumframt hevur tað eisini verið rúm fyri øðrum spennandi royndum, ið ikki eru í familju við urtir, eitt nú við skerpikjøti. 

- Tað týdningarmesta í ginn eru baraldur og hvonn, og vit hava ikki barald her í Føroyum. Men spurningurin er, um vit kunnu fáa barald at vaksa. Ein annar áhugaverdur møguleiki er rabarba, sum krevur nærri gransking, greiðir Leif Sørensen frá.

Les greinina um ginn-granskingina hjá Leif Sørensen í dagsins Dimmalætting

placeholder

Meira langlesnaður