Gist&Vist fimm milliónir í avlopi

2016-06-03 12:14 Author image
Dimma
Matstovu- og hotellvirksemi bara veksur hjá Gist&Vist. Í 2015 keypti Gist&Vist hotellbygningarnar Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Vallaraheimið Kerjalon. Í ár er Hotel Vágar komið afturat.

Nógva virksemið og keyptu bygningarnir bera seg, og úrslitið í 2015 gjørdist betri enn árið fyri. Ársúrslitið batnaði við meira enn einari millión í 2015, tá ið avlopið eftir skatt gjørdist 5,3 milliónir krónur.

Roknskapurin javnvigar nú við 149 milliónum krónum í mun til 38 milliónir í 2014. Eginognin er nú 18 milliónir krónur.

Talið á gistingum er vaksið seinastu trý árini og var tað hæsta nakrantíð í 2015. Gist&Vist væntar eina lítla lækking í talinum á gistingum í ár, og tí verður væntað eitt heldur lakari ársúrslit fyri 2016. Gist&Vist hevur góð 30 prosent av gistingunum í Føroyum.

Gist&Vist rekur øll matarstøðini í SMS saman við sølumiðstøðini og hevur fleiri kendar matstovurnar í miðbýnum í Havn og í Vágum.

Í ár lótu fýra nýggj matarstøð upp; tey eru KOKS í Kirkjubø, ETA í Vágsbotni, Fútastova og Restaurant Ræst á Kongabrúnni í Havn. Seinni í summar letur grillhús upp í Vágsbotni, upplýsir Jóhannes Jensen, sum er stjóri í Gist&Vist.

Í 2015 arbeiddu um 150 starvsfólk í miðal í Gist&Vist.
   
   
placeholder

Meira langlesnaður