Glasir: Byrjaðu at arbeiða uttan tekningar

2016-09-09 09:22 Author image
Dimma

- Arbeiðið skuldi ikki farið ígongd, tí einki var klárt, og sjálvir skuldu vit kanska tikið okkum burturúr beinavegin. Men í 2013 var ikki nógv arbeiði, og vit ynsktu at hava nakað at gera, og hildu á. Men tað hevur frá byrjan av verið ein kulissa.

Hetta sigur stjórin í TG Verk, Høgni Lauritsen, í drúgvari samrøðu við Dimmalætting í dag. Stjórin í Landsverk váttar, at farið var ígongd uttan tekningar, men at tað var tí at TG Verk strongdi á fyri at sleppa ígongd. Høgni Lauritsen hevur eina aðra frágreiðing.

- Eg bleiv uppringdur av fleiri sum spurdu, hví onga gravimaskinur vóru í økinum. So vit sendu maskinur á økið, so tað sá út sum arbeiðið var farið í gongd. Og soleiðis hevur verið allan vegin við tekningum, sum hava verið fullar av feilum, og eru rættaðar óteljandi ferðir, sigur Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verk.

Les tíðindaskriv frá Landsverk her

Óteljandi rættingar vórðu gjørdar í tekningunum, og tað seinkaði arbeiðnum, sambært stjóranum í TG Verk.

- Vit fingu fyrstu tekningarnar til fundamentið í august mánaði 2013, og seinastu rættingarnar eru dagfestar í mars mánaði í ár. Og tá er talan um nakað so grundleggjandi sum fundamentið, sigur Høgni Lauritsen.

Ewald Kjølbro sigur, at TG Verk frá byrjan av legði seg eftir at finna feilir.

- Tað er rætt, at tað hava verið villur í tekningunum, men longu áðrenn vit fóru ígongd, hevði TG Verk sett sær fyri at finna feilir, ella “claims”, so teir sluppu undan at gera sítt arbeiði við tí undanførslu, at tekningarnar ikki vóru í lagi, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk.

Lesið meira um Føroya størstu byggigølu í blaðnum í dag

  

  

placeholder

Meira langlesnaður