Byggingin av Glasi: Fyrsta málið farið í gerðarættin

2016-05-27 20:00 Author image
Sigmund Vang

Størsta einstaka byggiætlan í Føroya søgu er við at gerast eitt av størstu rættarmálum nakrantíð. Samstundis, sum miðnámsskúlin við Marknagil verður bygdur liðugur, er fyrsta av trimum rættarmálum farið í gongd í gerðarættinum í Danmark.

Rætturin skal taka støðu til eitt krav frá TG-Verki, sum vil hava 33,7 milliónir krónur orsakað av seinkingum, 9,9 milliónir krónur orsakað av projektbroytingum, 14 milliónir krónur fyri longda drift av arbeiðsplássi og 800.000 krónur fyri krøv í sambandi við longda bankatrygd. Samlað altso 58,3 milliónir krónur.

Ein partur av trætuni snýr seg um, at TG-Verk vil hava meiri pengar í sambandi við, at arbeiðsfólk mátti bíða, meðan nýggjar útrokningar vórðu gjørdar til trappuveggirnar. Júst hetta kravið vil Landsverk ikki ganga fult á møti, og vísir til avtalugrundarlagið, sum byggir á ABF06 reglugerðina, sum sigur, at arbeiðstakarin hevur skyldu at minka um útreiðslurnar hjá byggiharranum. Steðgar arbeiðið upp, skal arbeiðstakarin tí ikki hava tímalønt fólk gangandi hendur í favn, sigur Landsverk.

Næsta málið er á trappuni hjá gerðarættinum. Tað er eitt krav frá Landsverki mótvegis TG-verki. Hetta mál snýr seg um á leið 40 milliónir. Tá skúlin er liðugur um eitt gott ár, fer Landsverk eisini at gera eitt størri krav galdandi yvirfyri arkitektafyritøkuni BIG.


Lesið meira um málið í Dimmalætting, sum kom í handlarnar fríggjadagin 27. mai

  

 

placeholder

Meira langlesnaður