Glasir í peningaligari óvissu

Mynd: Savnsmynd

Glasir í peningaligari óvissu

2017-08-29 11:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Mentamálaráðið legði seint í farnu tingsetu, uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja játtan til Landsverk áljóðandi 86,6 mió. kr. Uppskotið hevði skund, tí pengarnir hjá Landsverki at byggja skúladepilin Glasir, vórðu mettir at vera uppi í september. Tað skrivar Kvf.fo.

Í lógaruppskotinum stendur, at av teimum 86,6 milliónunum, skulu 30 nýtast tað sum eftir er av 2017, meðan hinar 56,6 milliónirnar skulu nýtast í 2018.

Uppskotið datt burtur í farnu tingsetu, men nú er tað komið fyri tingið aftur. Um vanligar tíðarfreistir skulu haldast verður tó trupult at fáa játtanina samtykta, áðrenn september. Fyrsta viðgerð av málinum verður ikki fyrr enn 14. september og eftir hetta, skal málið í fíggjarnevndina, sum hevur upp í ein mánaða at viðgerða málið. Ikki fyrr enn hetta er avgreitt verður møguleiki hjá Landsverki at fáa neyðugu pengarnar at halda fram við arbeiðinum. Líkt er sostatt til, at arbeiði kemur at standa stilt eina tíð.


placeholder

Meira langlesnaður