Glasir verður reistur

2016-06-22 11:03 Author image
Dimma

Í løtuni verða tær síðstu sperrurnar koyrdar upp á runda takið. Tað upplýsir Palli Henriksen, sum er verkætlanarleiðari á Glasi.

Glasir verður reistur í hesum døgum, og Landsverk hevur bjóðað til reisigildið á Glasi tann 5. juli. Glasir hevur verið rakt av ymsum trupulleikum, men arbeiðið síðstu 3-4 mánaðirnar hevur arbeiðið gingið væl, sigur verkætlanarleiðarin.

- Tíðarætlanin sigur, at skúlin byrjar í august 2017, og hesum arbeiða vit eftir. Talan er um ein skúla, og tað gevur okkum eitt skarpt evstamark. Antin er skúlin klárur næsta summar, ella mugu vit bíða eitt heilt ár. Vit rokna við at halda ta tíðarætlanina, sum nú er sett, sigur Palli Henriksen.

Tá ið hugt verður eftir Glasi uttanífrá, kann tað tykjast rættiliga ósannlíkt, at alt er liðugt longu um eitt gott ár. Hóast síðstu sperrurnar verða lagdar á runda takið beint nú, so er framvegis talan um eitt arbeiðspláss, har karmunum enn vantar innihald. Men væntandi heldur tíðarætlanin.

- Sjálvandi er nógv um at fara, tí vit tosa um góðar 20.000 fermetrar í vídd. Men samstundis er bygningurin rættiliga ráur innan, har er nógv glas og betong, og tí er meginparturin longu gjørt, tá ið vit hava fingið allar veggirnar upp, greiðir Palli Henriksen, verkætlanarleiðari, frá.

Sostatt kann roknast við, at ein nýggjur stásiligur bygningur til studenta-, handils- og tekniskan skúla verður klárur um eitt ár í Glasi, sum nú verður reistur.

placeholder

Meira langlesnaður