Glasir - við smølum myndlistarligum sjónarringi

2016-07-12 22:04 Author image
Jákup Højgaard

- Arkitektoniskt er talan um ein altjóða hugsaðan bygning, men listin skal eftir øllum at døma vera føroysk, skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com, har hon finst at avgerðini hjá listaprýðisnevndini, um at bert kunngera lýsingina um listprýðing á nýggja skúladeplinum í Marknagili á føroyskum.

- Sum kunnugt er okkara listasøga sera stutt og avmarkað og okkum tørvar altjóða kapping og íblástur um vit ikki púra skulu implodera í provinsiellari og protektionistiskari sjálvsnøgd. Sjálv haldi eg, at altjóða kapping skuldi verið uppløgd í eini so stórari og altjóða hugsaðari verkætlan sum Glasir, har vit fara at útbúgva fleiri túsund ungar føroyingar til kritiskar samfelagsborgarar, sum fleiri av teimum fara víðari út í heimin at útbúgva seg. 

Sambært henni er tað ongastaðni í heiminum at so stórur tørvur er á altjóða list sum í Føroyum, eitt land sum í ár 2016 ikki hevur megnað at fyriskipa føroyska luttøku á altjóða listamessum. 

- Enn verri er tað, at vit enn ikki hava nakra permanenta framsýning av altjóða list í Føroyum. Listasavnið hevur føroyska list og tá savnið eina hissini ferð sýnir fram altjóða list sum til dømis á framsýningini hjá Ian McKeever, ja so møta bara nøkur fá. 

Nýggi skúladepilin í Marknagili, Glasir, er teknaður av BIG, Bjarke Ingels Group, eitt altjóða arkitektafelag, ið er stovnað í Danmark, og sum umframt at arbeiða við menning av hugskotum um allan heimin í sambandi við býargerð og byggilist, eisini hevur teknað bygningar, sum millum annað eru bygdir í Korea og í USA.

  

placeholder

Meira langlesnaður