Áhugaverd glaslist í Vági

2016-05-31 13:40 Author image
Sigmund Vang

Komandi vikurnar kunnu fólk, sum eru stød í Vági, uppliva glaslist á altjóða støði í gomlu sparikassahúsunum í býnum. Tað eru Remigijus Kriukas og Indrė Stulgaitė-Kriukienė úr Litava, sum sýna fram lutir, ið tey hava gjørt. Talan er bæði um ymsar brúktlutir, so sum brævvektir og líknandi og serstøk listaverk úr glasi.

Remigijus Kriukas og Indrė Stulgaitė-Kriukienė hava síðani 2000 rikið listaverkstaðin Glasremis, sum er høgt í metum. Altjóða listafólk vitja javnan har og arbeiða eitt tíðarskeið. Í næstum fer okkara egni Tróndur Paturson at virka á verkstaðnum í eitt tíðarskeið.

Framsýningin í gomlu sparikassahúsunum í Vági er opin til 24. juli.

placeholder

Meira langlesnaður