Góðtakið kópa- og hvalaveiðu ella haldið tykkum burtur frá Arktis

Føroyski fólkatingslimurin Magni Arge heldur, at álop er besta verja, tá talan er um verja lívsgrundarlagið hjá føroyingum og grønlendingum. Hetta skal millum annað gerast við at seta harðar treytir til tey, sum vilja hava eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum (Mynd: Kaj Joensen)

Góðtakið kópa- og hvalaveiðu ella haldið tykkum burtur frá Arktis

2017-05-30 11:58 Author image
Kaj Joensen

Trýstið á fólkið í Arktis um at steðga allari veiðu eftir súgdjórum er stórt. Tíðin er komin at venda trýstinum og seta londunum, sum hava áhugamál í Arktis, krøv. Tað halda fólkatingslimirnir Aleqa Hammond og Magni Arge

Í byrjani av 70’unum byrjaði herferðin móti kópaveiðu. Ein av teimum ídnastu í herferðini var heimskendi sjónleikarin Brigitte Bardot. Átakið fekk undirtøku og líka síðani er mótstøðan móti kópaveiðu vaksin alsamt.

Herferðin hevur fingið avleiðingar fyri grønlendskar og kanadiskar veiðumenn. Veiðan eftir kópi er nógv minkað, og í Arktis hava tey sum veiða kóp verið í verjustøðu, síðani herferðin tók dik á seg.

Fyri at broyta gongdina er neyðugt at fara úr verjustøðu í álopsstøðu. Stórur áhugi hevur verið fyri Arktis seinnu árini orsakað av, at ísurin smeltar. Áhugin tykist heldur ikki at minka. Nógv stór lond vilja vera eygleiðarar í Arktiska Ráðnum, og onnur vilja hava limaskap.

Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, heldur, at Arktiska Ráðið eigur at seta teimum, sum søkja um eygleiðingarstøðu og limaskap, trý krøv.

- Tey skulu góðtaka, sum eina grundleggjandi treyt fyri sínum limaskapi, at tey skulu viðurkenna rættin hjá teimum arktisku londunum til at gagnnýta tilfeingið úr havinum burðardygt. Eisini skulu tey lata sínar marknaðir upp fyri framleiðslu burturúr havsins tilfeingi, eisini súgdjórum. I triðja umfarið eigur man at leggja teimum eina við at minka um dálkingina í havinum, sigur Magni Arge.

Sum umboð fyri Tjóðveldi skipaði Magni Arge 9. mai saman við arktiska fólkatingsbólkinum á Christiansborg fyri ráðstevnu undir heitinum “Burðardygg gagnnýtsla av havsins tilfeingi”.

Áhugin økist
Lond, sum ikki liggja í arktiska økinum, og felagsskapir hava møguleikan at søkja um eygleiðarastøðu í Arktis. Í krøvunum stendur millum annað, at hesi lond og felagsskapir skulu virða áhugamálini, virðini og siðaarvin hjá íbúgvunum og upprunafólkunum í Arktis. Eisini skulu eygleiðarar virða lógirnar í londunum í arktiska økinum.

Ein kann siga, at í hesum krøvunum er eitt ávist krav um, at londini skulu góðtaka veiðumentanina hjá arktiska fólkinum.

Í ein mun verður hetta góðtikið. ES hevur sett eitt sokallað “inuit undantak” í gildi. Tað merkir, at inuittar kunnu selja kópaskinn og aðrar vørur frá súgdjorum á ES-marknaðinum.

Men sum áhugin økist, eru áhugamálini hjá ymisku londunum og felagsskapunum ógvuliga ymisk. 12 lond, sum ikki eru í Arktis, eru eygleiðarar. Millum teirra eru India, Bretland, Italia, Kina, Frakland og Holland.

Á seinasta fundinum í Arktiska Ráðnum, sum bleiv hildin í Fairbanks í Alaska 11. mai, fingu seks felagsskapir og Sveis eygleiðarastøðu. 20 høvdu søkt um eygleiðarastøðu.

Í nógvum av hesum londunum, sum hava fingið eygleiðarastøðu, er sterk mótstøða móti veiðu av súgdjórum.

Stuðul úr Grønlandi
Krøvini, sum Magni Arge heldur Arktiska Ráðið eigur at seta umsøkjarum, bleiv sett fram á ráðstevnuni á Christiansborg sum ein heilsan til árliga fundin hjá ráðnum, sum hesuferð bleiv hildin í Alaska. Magni Arge sigur, at hettar er ikki fyrstu ferð, hann ber sjónarmiðini fram. Og hann ætlar at arbeiða fyri, at sjónarmiðið verður umrøtt meira.

- Ein noyðist at byrja onkustaðni at siga setningarnar. Eg havi ført tað fram fyrr, bæði í Arctic Forum fyri hálvum øðrum ári síðani og í Washington og á Arctic Circle ráðstevnuni í oktober mánaði. Tað handlar fyrst og fremst um, at Føroyar og Grønland leggja trýst á Danmark hesum førinum, sigur Magni Arge.

Føroyski fólkatingsmaðurin hevur varhugan av, at íslendingar taka undir við hesum krøvunum. Hann væntar eisini, at Noregi kann taka undir við hesum.

- Jú størri grundarlag vit fáa í útnorði og teimum londunum sum knýta seg uppí Arktis, størri er møguleikin fyri, at vit fáa gjørt okkara ávirkan galdandi. Men tað er sjálvsagt, at tað verður eitt tungt tak at syfta at fáa USA at taka undir við einari slíkari niðurstøðu. Tað verður heldur ikki lætt at fáa ES at taka undir við hesum, tí tað eru nøkur lond, har hesin spurningurin fyllur nógv. Millum annað í Bretlandi, Hollandi, Italia og Týsklandi, sigur Magni Arge.

Aleqa Hammond, fyrrverandi landsstýrisforkvinna í Grønlandi og núverandi fólkatingslimur, heldur, at Magni Arge er á rættari leið í sínum grundgevingum.

- Ein eigur at verða eygleiðari, tí ein vil vita meira um Arktis og politikkin í Arktis. Eg haldi, at vit eiga at seta eygleiðaralondum størri krøv enn í dag. Eg haldi, tað er ein góður háttur at kjakast við londini um tær avbjóðingar, sum eru skaptar av øðrum londum, sigur Aleqa Hammond.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður