Gólvið á Glasi kann gerast fyri 8,3 mió

2017-01-28 09:52 Author image
Sigmund Vang

Hósdagin undirskrivaði Landsverk sáttmála um gólv til Glasir. Talan er um eina arbeiðstøku, ið fer at kosta slakar 8,3 milliónir krónur, og sum svarar til gólvvíddina í umleið 150 sethúsum ella trimum fótbóltsvøllum.

Tað skrivar Landsverk á heimasíðu síni. 

Tað er fyritøkan Sp/f Jim S í Sørvági, ið fer at standa fyri hesi arbeiðstøkuni, sum í høvuðsheitum fevnir um slíping og yvirflatuviðgerð av gólvi til Glasir.

Talan er ivaleyst um størstu gólvarbeiðstøku í Føroyum nakrantíð, umleið 15.000 fermetrar av gólvi, ið ávikavist verða betonslípaði, løgd við vinyl ella polyurethan.

Meginparturin av gólvunum í Glasi fara at minna um tey, sum eru løgd á í terminalinum á flogvøllinum. Millum annað vera tey at síggja í øllum vanligum skúlastovum, í matstovuni og á allari gólvvíddini í runda høvuðsbygninginum.

Samlaði kostnaðurin fyri hesa gólvarbeiðstøkuna, sum tilsamans fevnir um eina gólvvídd svarandi til umleið 150 sethús ella tríggjar fótbóltsvallir, er 8.250.597 krónur.


Kelda

  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður