Trøini við Gamla bókahandil eru friðað

2016-06-07 12:59 Author image
Dimma

Fá trø í gomlu Havnini eru friðað. Fleiri ferðir er komið fyri, at gomul trø eru feld, tá ið broytingar skulu gerast í býarmyndini. Seinasta dømið var í gjár, tá ið gamla træið í Steinatúni mátti lúta, tí bussterminalur skal byggjast har.

Hóast stórur vandi er í vælferðini, so eru kortini glottar. Ógvuliga eyðkendu trøini á Vaglinum, framman fyri gamla bókahandil, eru friðað. Allur Boysensgarður, har ein sera vakur urtagarður er við trøum, runnum og plantum, er friðaður, somuleiðis bygningurin í Gamla  bókahandli. Í hesum føri er allur matrikulin friðaður, og tí eru trøini framman fyri Gamla bókahandil eisini friðað.

Sum dimma.fo skilir, vóru hesi trøini sostatt friðað í 1998.

Meira langlesnaður