Google Streetview er nú í Føroyum

Google Streetview er nú í Føroyum

2017-10-30 11:13 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Visit Faroe Islands kunngjørdu í fjør átakið, Sheep View. Sheep View var eitt skemtingarsamt átak, har myndatól vóru sett á ryggin hjá seyðum ymsastaðni í Føroyum, og so blivu myndir tiknar av umhvørvinum sum seyðurin ferðaðist í.

Átakið ferðaðist við nógvari ferð um alt internetið og vakti stóran ans um allan heim. Átakið vann eisini prísir fyri marknaðarførslu innan ferðavinnu.

Átakið hevði til endamáls at fanga uppmerksemi hjá risastóru fyritøkuni Google, fyri at fáa Google at koma til Føroyar at taka Streetview myndir. 

Tann ætlanin eydnaðist, og nú hava Google verið og tikið myndir í Føroyum. Alt er ikki blivið lagt út enn, men longu er ein stórur partur av Tórshavn blivin avmyndaður og lagdur út. Ikki er greitt júst hvussu stórur partur av Føroyum eru blivnar avmyndaðar.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður