Aftur turt og sólskin um vikuskiftið 

2016-06-02 16:04 Author image
Dimma

Um vikuskiftið verður framhaldandi gott veður, upp í 15 stig og sólin fer at skína.

Tað lovar danska veðurstovan DMI.

Í morgin verður landnyrðingur, 5 til 10 m/s. Tað verður turt og sólglottar, hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina verður framvegis turt og klárt fyri tað mesta, og hitin verður millum 5 og 8 stig.

Leygardagin minkar vindurin niður í 2 til 7 m/s, eystan og landnyrðingur. Tað verður turt, og sólin skínur viðhvørt ella javnan. Hitin um dagin aftur millum 10 og 15 stig. Um náttina millum 5 og 8 stig.

Sunnudagin verður undir 5 m/s, eystan. Turt og sólin fer at skína, men um náttina verður meiri skýggjað. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig. Um náttina 5 til 8 stig.

Mánadagin og týsdagin verður aftur umleið eystan, einastaðni millum 5 og 10 m/s. Tað verður skýggjað, men framvegis turt, og møguleiki fyri sól. Hitin báðar dagarnar oman fyri 10 stig.

placeholder

Meira langlesnaður