Melodi Grand Prix fyri 61. ferð

2016-05-13 14:23 Author image
Simona Midjord

Evropa var møtt og slitið, tá farið varð inn í 1950-árini. Seinna heimskríggið hevði lagt býir og mannalagnur í sor, og í krígsmøddu londunum vóru leiðarir farnir at hugsa um, hvussu varandi friður kundi fáast í lag eftir tvey stór og oyðileggjandi kríggj seinastu 40 árini.

Í 1951 skrivaðu Frakland, Vesturtýskland, Italia, Belgia, Niðurlond og Luksemburg undir Evropeisku kol- og stálsamgonguna (ECSC), sum millum annað hevði til endamáls at samantvinna búskapirnir í hesum londunum so nógv, at londini snøgt sagt ikki høvdu ráð til at fara í kríggj aftur móti hvørjumøðrum.

Eisini á mentanarøkinum vóru tankar um at gera nakað fyri at sameina Evropa aftur. Í hesum andanum setti felagsskapurin av evropeiskum sendistøðum – European Broadcasting Union, stytt EBU – sum hevði sæti í Sveis, eina nevnd at kanna møguleikarnar fyri, hvussu londini í EBU kundu koma tættari at hvørjum øðrum í eini – sum arbeiðssetningurin segði – “lættari undirhaldssending”.

Á einum nevndarfundi í januar 1955 í Monako legði formaðurin í nevndini Marcel Bezençon, sum eisini var stjóri í sveisiska sjónvarpinum, eitt hugskot fram um eina altjóða sangkapping, har EBU-londini kundu kappast í eini sjónvarpssending, ið skuldi sendast samstundis í øllum londunum. Hugskotið bygdi á Sanremo tónleikafestivalin, sum tá varð hildin í Italia.

Umframt at vera ein undirhaldssending, sum skuldi sameina londini í Evropa, varð tiltakið eisini gjørt til at royna og kanska strekkja mørkini fyri, hvat tøknin við beinleiðis sjónvarping kundi megna.

Tann 19. oktober sama ár varð uppskotið samtykt á aðalfundi hjá EBU í Rom, og avgjørt varð, at fyrsta kappingin skuldi vera longu komandi vár í Lugano í Sveis. Og harvið varð Melodi Grand Prix-kappingin veruleiki.

 

Byrjanin

Fyrsta kappingin í Lugano varð hildin 24. mai 1956, og sjey lond vóru við: Belgia, Frakland, Italia, Luksemburg, Niðurlond, Sveis og Vesturtýskland. Øll londini høvdu tveir sangir við í part, so tilsamans vóru 14 sangir í kappingini. Hetta fyrsta árið vunnu vertirnir úr Sveis.

Longu árið eftir vórðu reglurnar broyttar, so hvørt land nú bert kundi hava ein sang við. Afturat teimum sjey londunum, sum vóru við í 1956, komu nú eisini Danmark, Bretland og Eysturríki við, og Niðurlond vunnu hesa kappingina, sum varð hildin í Frankfurt í Vesturtýsklandi.

Eftir hetta varð gjørt av, at vinnandi landið skuldi vera vertur fyri kappingina árið eftir, og soleiðis hevur tað verið síðani við nøkrum undantøkum, sum oftast tí landið, sum skuldi vera vertur, ikki hevði ráð til at hýsa kappingini.

 

Vøksturin

Kappingin er nógv broytt síðani hon varð hildin fyrstu ferð í Lugano í 1956. So við og við løgdust fleiri lond afturat. Vit kunnu nevna Svøríki í 1958, Noreg í 1960, Írland í 1965, Ísrael í 1973 og Ísland í 1986.

Tá so jarntjaldið fall, og gamla Jugoslavia eisini datt sundur, eksploderaði talið av luttakarum. Bosnia-Hersegovina, Kroatia og Slovenia komu við í 1993, og í 1994 vóru Estland, Litava, Pólland, Rumenia, Ungarn, Slovakia og Russland eisini við á fyrsta sinni. Og sum vit komu inn í nýggju øldina, komu øll hini eysturevropeisku londini eisini sum perlur eftir einum snóri.

Í nógv ár lá luttakaratalið støðugt um 20 lond, men tá øll tey nýggju londini komu við, bleiv neyðugt at broyta kappingina. Eftirsum finalan verður send beinleiðis, kann sendingin ikki vara meir enn tríggjar tímar. Og við so nógvum londum bar ikki til at hava kappingina sum vanligt, tí so hevði sendingin vart fleiri tímar afturat, og í 1993 bleiv kappingin tí broytt grundleggjandi.

Ein undankapping varð hildin í Ljubljana, har sjey nýggj lond kappaðust um trý pláss í finaluni, og hetta sama árið varð ein skipan við “niðurflyting” innførd, sum merkti, at tey londini, sum fingu fægst stig í 1993, máttu lata plássið í 1994 til tey londini, sum ikki sluppu við í finaluna í 1993. Í 1996 bleiv hetta aftur broytt, so upptøkur av øllum sangunum vórðu sendir til eina serliga útvalda jury, sum so skuldi avgera, hvørjir sangir vóru nóg góðir at koma við í finaluna. Eitt av londunum, hvørs sangur ikki varð mettur nóg góður til at koma í finaluna, var tann hjá Týsklandi, og tað førdi til ávísar trupulleikar.

Týskland helt av røttum, at tey áttu at vera við í finaluni, tí Týskland var og er framvegis eitt av londunum, ið veitir størstu fígging til kappingina. Tað førdi til, at til kappingina í 2000 gjørdist Týskland saman við Bretlandi, Fraklandi og Spania sjálvskrivaður luttakari í finaluni – tey sonevndu “Big Four”. Tá so Italia kom við aftur í Grand Prix-familjuna eftir ein sjálvvaldan 14 ára langan steðg, bleiv tað til “Big Five”. Annars kann nevnast, at av hesum fimm hevur bert Týskland megnað at vinna kappingina (í 2010), síðani “Big Five” varð veruleiki.

Skipanin við, at tey vánaligastu londini ikki sluppu við árið eftir, vakti so líðandi størri og størri misnøgd. Tað varð mett sum órættvíst, at ein vánaligur sangur skuldi forða fyri, at ein møguliga góður sangur úr sama landi ikki kundi vera við árið eftir. So í 2007 varð gjørt av, at frá 2008-kappingini skuldu øll londini aftur vera við, men nú í tveimum hálvfinalum at byrja við (burtursæð frá vertslandinum og “Big Five”, ið enn sum áður vóru sjálvskrivaði í finaluni). Hetta hevur givið eina meira rættvísa skipan, har so at siga øll londini byrja við somu møguleikum.

 

Málpolitikkurin

Almenna heitið á kappingini er Eurovision Song Contest, og reglurnar siga púra greitt, at sangur skal vera við – instrumental løg sleppa ikki við í kappingina. Reglan um, hvørjum máli syngjast skal á, er eisini broytt fleiri ferðir. Árini frá 1956 til 1965 vóru ongar avmarkingar fyri, hvørjum máli sungið varð á. Tá so Svøríki í 1965 sang á enskum, varð ein regla gjørd til árið eftir um, at syngjast skuldi á einum av almennu málunum í landinum.

Hendan reglan hekk við fram til 1973, tá tað aftur bleiv loyvt at syngja á tí máli, ein hevði hug til. Tað gav til dømis ABBA møguleikan at syngja Waterloo á enskum í 1974. Frá 1977 til 1999 var aftur krav, at málið í sanginum skuldi vera tað sama sum varð tosað í landinum. Síðani 1999 hevur aftur staðið luttakarum frítt, hvørjum máli teir syngja á.

Lítið er at ivast í, at reglan um at syngja á egnum máli hevur verið ein fyrimunur hjá eitt nú enskt- og fransktmæltum londum. Lond sum Finnland og Turkaland vóru ongantíð í nær námind at vinna kappingina, áðrenn málreglurnar vórðu broyttar, men hava bæði vunnið síðani.

 

Stigini

Mátin at finna vinnaran er eisini broyttur upp gjøgnum árini. Til fyrstu kappingina í 1956 skuldi ein tveymans-jury úr hvørjum landi geva 2 stig til sangin, hon helt vera tann besta, og so einki meir. Eftir tað komu fleiri fólk í juryirnar, men stigaskipanin varð broytt fleiri ferðir. Í 1975 kom skipanin við at geva ávikavist 12, 10 og 8-1 stig, og hon hevur hingið við líka síðani.

Í mong ár var siður, at øll stigini vórðu lisin upp so hvørt, tá talt varð saman, men fyri at spara tíð hevur EBU síðani 2006 gjørt soleiðis, at stigini frá 1 til 7 verða sett inn í samanteljingina beinanvegin, og so verður ringt runt til tey ymsu londini at fáa tey at siga hart, hvør hevur fingið ávikavist 8, 10 og 12 stig.

Tvær ferðir hevur staðið á jøvnum í stigum millum tey ovastu londini. Í 1969 bar av, tá fýra av teimum 16 luttakandi londunum – Frakland, Spania, Niðurlond og Bretland – øll fingu 18 stig tilsamans. Reglurnar søgdu einki um, hvat so skuldi gerast, so øll fýra londini vórðu kosin til vinnara. Tað førdi til stóra misnøgd frá nógvum av hinum londunum, og Finnland, Noreg, Svøríki og Portugal luttóku ikki í 1970 sum eitt mótmæli móti tí, sum var hent árið fyri.

Og í 1991 endaðu Svøríki og Frakland jøvn á 146 stigum. Reglurnar tá søgdu, at so skuldi landið, sum hevði fingið flest 12 stig, vinna, men eisini har stóð á jøvnum. So varð hugt eftir, hvør hevði fingið flest 10 stig, og so kundu sviar fegnast um, at Carola hevði vunnið. Síðani tá eru reglurnar aftur broyttar, so tað í eini javnstøðu nú fyrst verður hugt eftir, hvussu nógvum londum tey jøvnu londini hava fingið stig frá. Hevði tann reglan verið galdandi í 1991, hevði Frakland og ikki Svøríki vunnið.

 

Grannahjálpin

Tað hevur altíð verið soleiðis, at ávís lond geva ávísum øðrum londum nógv stig. Tað tykist nátúrligt, at eitt nú Bretland og Írland stuðla hvørjumøðrum, og tað sama er galdandi fyri Norðurlondini, Spania og Portugal, Týskland og Eysturríki, og Grikkaland og Kypros.

Síðani eysturevropeisku londini komu við í kappingina, hava skuldsetingar verið um reinar atkvøðublokkar, har tað mest minnir um avtalað spæl. Serliga í Norðurlondum vóru atfinningarnar móti eysturblokkinum eitt skifti hvassar, men tað snýr seg eisini um felags mentanararv og tónleikasmakk. Hinvegin er lítið at ivast í, at felagskenslan millum eitt nú Noreg og Svøríki er sterkari enn felagskenslan millum Noreg og Aserbadjan, og tí fella atkvøðurnar ofta sum tær gera.

Í 1997 valdu fimm av londunum eisini at geva vanligum fólkum møguleika at atkvøða gjøgnum telefon, og síðani vant hetta upp á seg. Síðani 2009 eru stigini givin eftir atkvøðum frá almenninginum og atkvøðum frá eini jury í hvørjum landi, har atkvøðurnar hjá báðum bólkum viga 50 prosent.

Tilsamans hava 52 lond verið við í Melodi Grand Prix kappingini í minsta lagi einaferð. Treytin fyri at luttaka er, at landið er limur í EBU (tí kunnu Føroyar ikki vera við) ella er limur í Evroparáðnum. Sendinetið hjá EBU røkkur víða, og nógv munnu ikki vera greið yvir, at lond sum Algeria, Tunesia, Egyptaland og Jordan hava rætt til at vera við, uttan nakrantíð at hava brúkt hendan rættin – Marokko royndi seg í 1980 og er higartil einasta afrikanska landið, sum hevur luttikið í Melodi Grand Prix.

Í sambandi við, at kappingin í fjør var tann 60. í røðini, var Avstralia eisini boðið við í kappingina – áhugin fyri Melodi Grand Prix er ovurhonds stórur í Avstralia.

FAKTA

- Írland hevur vunnið Melodi Grand Prix sjey ferðir, og tað er oftari enn nakað annað land. Svøríki er næstfremst við seks sigrum.

- Týskland hevur verið við í øllum kappingunum uttan í 1996 – tilsamans 60 ferðir. Bretland og Frakland hava verið við 59 ferðir.

- Síðani 1964 hevur Portugal verið við í kappingini 47 ferðir uttan at vinna. Kypros hevur verið við 32 ferðir uttan at vinna, og eftir 28 royndir hvør bíða Ísland og Malta eisini eftir sínum fyrsta sigri.

- Fýra lond hava megnað at vunnið Grand Prix kappingina fleiri ár á rað. Spania vann í 1968 og so aftur í 1969, tá saman við trimum øðrum londum. Luksemburg vann í 1972 og 1973, Ísrael vann í 1978 og 1979, og Írland vann í 1992, 1993 og 1994.

- Ein Grand Prix-sangur má ikki vera longri enn tríggjar minuttir.

- Í mesta lagi seks fólk mugu vera á pallinum ísenn. Livandi djór eru ikki loyvd.

- Eingin á pallinum má vera yngri enn 16 ár.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður