Ukraina vann Melodi Grand Prix

2016-05-14 23:49 Author image
Dimma

Ukraina vann ógvuliga óvæntað ársins Melodi Grand Prix. 

Australia lá til tað síðsta til at vinna, men ikki fyrr ennnæst síðstu atkvøðurnar komu frá hyggjarunum, fór Ukraina fram um Australia. Tá var bara Russland eftir at fáa atkvøður, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa nóg nógvar atkvøður, og Russlandi gjørdist tí nummar trý.

At Ukraina vann við sanginum "1944", sum Jamala sang, var ein politiskur boðskapur, sum gav endurljóð. Sangurin snúði seg um russiskan ágang í Ukraina, men av tí at hann var søguligur, varð hann góðkendur. Vinnarin Jamala gjørdi greitt, tá ið hon takkaði fyri sigurin, at hon ynskti at breiða út frið til øll.

Russland fekk onga atkvøðu frá Ukraina, og Ukraina fekk onga atkvøðu frá Russlandi, og tað sigur eisini nakað um støðuna millum londini mitt í einari sangkapping. Sangurin "1944" snýr seg um, hvussu russar tvingsilsfluttu krimtatarar í 1944, tí teir vóru lagdir undir at samstarva við Nazi-týskland.

Stríðið millum londini hevur ikki verið minni, eftir at Russland hertók Krim-hálvoynna fyri tveimum árum síðan. Tað hendi eftir eina sera ivasama fólkaatkvøðu, har 90 prosent av fólkinum segðist atkvøða Krim innaftur í Russland. Altjóða samfelagið hevur framvegis ikki viðurkent innlimanina.

Dami Im úr Australiga lá sum sagt leingi til at vinna ársins Melodi Grand Prix við sanginum "Sound of Silence". Væntað varð eisini, at antin Russland ella Australia fóru at vinna, men hyggjararnir vildu tað altso øðrvísi. Fyrst atkvøddu dómararnir úr ymsu londunum sum vant, og tá lá Australia til at vinna, og síðan vóru atkvøðurnar hjá hyggjarunum lagdar aftrat, tá fór Ukraina framum.

Australia var fyrstu ferð við í Grand Prix síðsta ár, so hetta var bara annað árið, tey luttóku. Men hvat ger Australia so í evropeisku sangkappingini? Áhugin hevur leingi verið stórur í Australia fyri heimsins størstu songkapping. Har hevur Melodi Grand Prix verður víst síðan fyrst í 1980 árunum. Haraftrat kemur, at 20 prosent av australska fólkinum hevur sín uppruna í Evropa. Stóri áhugin í Australia og søguliga sambandið til Evropa var orsøkin til, at EBU, sum er felagið fyri evropeisku kringvørpini, bjóðaði Australia við í fjør.

Ársins Melodi Grand Prix varð hildið í Svøríki, sum var einasta Norðurlandið, ið luttók í finaluni hesa ferð. Næsta ár verður kappingin so hildin í Kiev.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður