GreenIQ ment nýggja reinsiskipan

2017-04-04 14:51 Author image
Sigmund Vang

Í farnu viku var borgarstjórin í Sunda kommunu á virkisvitjan hjá GreenIQ í Hvalvík í sambandi við, at tey fyri fyrstu ferð royndu nýggjastu uppfinning sína GreenArc 3K Mobil.

Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður upplýst, at Green Arc 3K Mobil er eitt oljureinsianlegg, sum er í einum viðfestisvogni. Hetta ger anleggið sera lætt at flyta. Ímeðan stormarnir hava leikað í í vetur, hava teir hjá GreenIQ arbeitt inni í gomlu smiðjuni hjá Jóhannes í Hvalvík og ment skipanina til oljudálking.

Green Arc 3K Mobil er eitt anlegg, sum kann taka olju upp í bátahyljum og kann reinsa áleið 2800 litrar um tíman. Skipanin er í einum vogni við skimmara, pumpu, el-agrigat, separatortanga, og 1000 litur tanga til olju.

- Tað, sum er sermerkt við hesi skipan er, at man tekur oljuna burturúr og koyrir vatnið aftur á sjógv. Skipanin er mobil og kann gerast klár á staðnum uppá 10 minuttir. Ein persónur klárar einsamallur at fáa skipanina í gongd og soleiðis fyribyrgja eini oljudálking, skrivar kommunan.


Hvussu skipanin virkar, kann síggjast HER

  

 

 

placeholder

Meira langlesnaður