Grikkaland 56 milliardir í láni frá ES

2016-06-18 11:29 Author image
Jógvan Samuelsen

Búskaparliga hjálpin frá ES til Grikkaland heldur fram.

Í gjáramorgunin samtykti bjargingargrunnurin hjá evrulondunum endaliga útgjaldingina av milliardalánum eftir tí lániavtalu, sum varð avtalað í fjør.

Tað skrivar danska tíðindatænastan finans.dk við Anniku Breidthard, sum er talskvinna hjá ES, tá tað snýr seg um fíggjarlig og búskaparlig viðurskifti.

Fíggjarmálaráðharrarnir í ES samtyktu hósdagin at Grikkaland skuldi fáa tann pening, sum avtalað var, og tað inniber at grikkar fáa 10,3 milliardir evrur - 77 milliardir krónur - í láni afturat. Treytað av, at landið heldur tær avtalur og ger tær broytingar, sum avtalað er.

Fyrsta flytingin, sum er uppá 7,5 milliardir evrur, ella 56 milliardir krónur, verður flutt fyrst, og sambært Jeroen Dijsselbloem, fíggjarmálaráðharra í Niðurlondum og formanni í bólkinum av evropeiskum fíggjarmálaráðharrum, vera tær 56 milliardirnar helst fluttar í næstu viku.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður