Grindadráp: Uppskeringin bíðar eftir Bale og Ronaldo

2016-07-06 20:01 Author image
Jógvan Samuelsen

Tað var ikki gamalt, at grindamenn bíðaðu eftir fótbólti.

Men nýggjar tíðir, nýggir siðir.

Tí í kvøld gjørdi Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík, av, at seðlarnir frá grindadrápinum norðuri í Sundi seinnapartin ikki koma út fyrr enn hálvfinalan millum Portugal og Wales er liðug.

Og hann tekur longda leiktíð og brotssparkskapping, um tað kemur hartil.

Ársins fyrsta grind var uppá 43 hval, og tá liðugt var at merkja og telja upp, vóru 272 skinn at býta.

Av tí at grindin er so lutfalsliga lítil, verður bara býtt í drápspartar.

Meira langlesnaður