Grind fyri góðar seks milliónir

2016-07-27 08:30 Author image
Jógvan Samuelsen

Góðar 6,2 milliónir krónur.

Á leið so nógv er grindin, sum legði beinini norðuri í Sundi í gjár, verd, um alt var selt í smásølu.

Dimmalætting hevur við støði í drápstølunum í hesi øldini roknað seg fram til eina miðalstødd á hvalunum, og vit hava, við støði í eldri metingum, sjussað okkum fram til ein kiloprís í dag.

Útrokningarnar byggja á upplýsingarnar, sum eru at finna á heimasíðuni Heimabeiti.fo. Har er yvirlit yvir allar grindir, sum hava lagt beinini í Føroyum, men vit hava avmarkað okkum til tað sum er dripið síðan 2000.

8.409 hvalir hava lagt beinini síðan 2000, og samanlagt hava 65.254 skinn verið at býta. Tað merkir, at hvør hvalur í miðal var 7,8 skinn.

Grindin í Hvannasundi var uppá umleið 150 hval, og brúka vit roknaða miðaltalið gevur tað 1.170 skinn at býta.

Vanliga verður sagt, at eitt skinn vigar 75 kilo, 50 kilo av tvøsti og 25 av spiki. Men sambært heimasíðuni, Heimabeiti.fo, máldi Dorete Bloch, granskari, seg til, at eitt skinn svarar til 38 kilo av tvøsti og 34 kilo av spiki, ella 72 kilo.

Brúka vit talið hjá granskaranum sum grundarlag "vigaði" grindin norðuri í Sundi í gjár góð 84 tons, ella 84.240 kilo.

Vit hava sett kiloprísin til 74 krónur. Henda meting er gjørd við støði í einari útrokning sum Andras Joensen, bóndi og grindaformaður í Klaksvík, gjørdi grundað á eina grind sum legði beinini í Klaksvík 2. august 1999. Útrokningin hjá Andras Joensen, bónda, er eisini at finna á heimasíðuni www.heimabeiti.fo, og har kemur hann fram til ein smásøluprís á 37 krónur fyri kilo.

Hetta meta vit vera ov lágt. Samanbera vit við prísin á lambskjøti, so hevur Búnaðarstovan á síni heimasíðu roknað seg fram til, at miðalprísurin á feskum lambskjøti er 93 krónur fyri kilo, men heilt har upp vilja vit ikki fara. Tí hava vit tvífaldað talið hjá Andras Joensen. 

Roknistykkið sær tí soleiðis út:

150 hvalir á 7,8 skinn í miðal, har hvørt skinnið vigar 72 kilo. Tað gevur 84.240 kilo. Og við einum - mettum - kiloprísi á 74 krónur fyri kilo gevur tað eitt handilsvirði á 6.233.760 krónur.

Høvdu vit brúkt prísin á lambskjøti sum grundarlag, hevði grindin í Hvannasundi í gjár verið slakar átta milliónir krónur verd...

Dagføring: Tað er nú greitt, at grindin var uppá 135 hval og 835 skinn, sum gevur eitt miðal uppá 6,1 skinn. Brúka vit kiloprísin, sum vit roknaðu okkum fram til, 74 krónur, merkir tað, at grindin í gjár var verd slakar 4,5 milliónir krónur.   

Meira langlesnaður