Grindin verður dripin nú

2016-07-06 13:36 Author image
Alda Nielsdóttir

- Grindin verður dripin nú. Nakað gjørdi landgongd beinavegin, men nú gongur verri við at fáa tað síðsta inn.

 Tað sigur Livar Nysted, sum er í grind í Hvannasundi.

- Tað kemur ein og ein hvalur inn nú, og tað gongur eitt sindur striltið.

Tað bleiv boðað frá grind uttan fyri Svínoy fyrr í morgun. Skjótt varð greitt, at roynt fór at vera at fáa grindina til Hvannasunds.

Livar Nysted torir ikki at siga, akkurát hvussu stór grindin er, men eftir at hava tosað við aðrar, sum eru í grind, sigur hann, at tað kanska eru eini 30 hval. 

Meira langlesnaður